30.05.2011
Skriva út

Setrið luttekur á mentanarnáttini

Komandi fríggjakvøld 3. juni 2011 verður Mentanarnáttin aftur hildin í Havn. Í ár fer Fróðskaparsetur Føroya eisini at luttaka við kunning um m.a. útbúgvingarnar.


Vit verða at finna í einum av teltunum á gongugøtuni, beint við Eik banka og Býarbókasavnið, frá kl 20 til kl 23. Høvi verður hjá fólki at vitja innar og fáa eitt prát um m.a. útbúgingarmøguleikarog upptøkukrøv.  Eisini hava vit tilfar um sama evnið, sum fólk fáa við sær.


Vit bjóða kaffi og te og okkurt gott afturvið til gestirnar og rokna við at nógv fara at nýta høvi til at vitja Setursteltið í gongugøtuni.