22.06.2016
Setursskrivstovan
Skriva út

Setrið setur í verk mentorskipan fyri nýggj lesandi

Setrið sóknast eftir lesandi, ið kunnu vera mentorar fyri tey, ið byrja at lesa


Lestrarskrivstovan og Ráð Teirra Lesandi sóknast eftir lesandi, sum hava hug at vera mentorar fyri nýggj lesandi. Mentorskipanir eru vanligar á universitetum, og endamálið er at gera tað lættari hjá nýggjum lesandi at finna seg til rættis.

Hvør mentorur fer at hava ábyrgdina av umleið tíggju fyrstaársstudentum. Uppgávan hjá mentorunum verður at skipa fyri trivnaðartiltøkum, eitt nú í sambandi við innleiðsluna, at hjálpa til at skipa síni lesandi i lesibólkar og at vísa teimum á lestrarteknikk og próvtøkufyrireiking.

- Tað er vanlig siðvenja á flest øllum universitetum, sum vit samanbera okkum við, at tað stendur lesandi í boði at fáa eitt sindur av "starthjálp", sigur Elin Brimheim Heinesen, leiðari á Lestrarskrivstovuni.

- At bjóða lesandi mentorar hevur bæði eitt sosialt og eitt fakligt endamál: tað verður gjørt fyri at nýggj lesandi kunnu trívast og kenna seg vælkomin, fyri at styrkja samleikan hjá teimum sum lesandi á Setrinum, og fyri t.d. at hjálpa teim lesandi at taka ábyrgd av egnari læring og av toymisarbeiði. Eitt universitet setur t.d. krøv til tey lesandi um at duga at arbeiða sjálvstøðugt í nógv størri mun enn t.d. miðnámsskúlar gera. Við mentorskipanini royna vit at gera umskiftið hjá teimum lesandi lættari - og stuttligari ikki minst.

Tað eru studentar á Setrinum, ið hava lisið í eitt ár ella tvey, ið kunnu søkja mentorstørvini. Lýsingin finst her.