University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Setrið skal marknaðarførast
Setursskrivstovan/Niels Uni Dam
09.09.2011

Setrið skal marknaðarførast

Sigurð í Jákupsstovu heldur tað vera sera týdningarmikið, at allir ungir føroyingar síggja Setrið sum ein góðan møguleika fyri víðari lestri.


- Setrið skal brandast betur. Vit mugu marknaðarføra okkara útbúgvingar, og eingin miðnámsnæmingur skal ivast í, hvat Setrið hevur at bjóða. Í løtuni vita ov nógv ov lítið um Setrið.

Rektarin vísir eisini á, at tað er umráðandi at hava eina støðuga tillaging av frálærutilboðum, so at tey hóska til samfelagstørvin, tí hetta ger Setrið viðkomandi fyri tey lesandi. Her er eisini møguleiki at samstarva við vinnulívið og á tann hátt skapa áhugaverd lestrartilboð.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara