University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Beinta Løwe Tinglimir um Setrið.jpg

Beinta Løwe er limur í Mentanarnevndini fyri Tjóðveldi

Beinta Løwe
01.02.2021
Setrið

- Setrið skal styrkja føroyska fólkaræðið

Nú strategiætlanin hjá Fróðskaparsetrinum varð dagførd, hava vit boðið limunum í Mentanarnevndini í løgtinginum at almannakunngera sínar visiónir og ynski um, hvønn leiklut Setrið eigur at hava í føroyska samfelagnum. Vit leggja út við Beintu Løwe úr Tjóðveldi

Í skjótt 56 ár hevur Fróðskaparsetrið verið partur av føroyska samfelagnum. Virksemið fyrstu árini vóru innan náttúrusøgu og føroyskt.
Men síðani tá er nógv hent.

Setrið hevur í dag fleiri útbúgvingar, og nógvir føroyingar hava nomið sær útbúgving á Setrinum.

Men Setrið er ikki bara útbúgving. Setrið er eisini gransking og at vera partur av fólkaræðinum.

Vit hava samfelagsfrøði, búskaparfrøði og løgfrøði. Hetta eru økir, ið hava týdning fyri føroyska fólkaræðið.

Tí eigur leikluturin hjá Setrinum eisini at mennast á hesum øki, tí vit hava tørv á, at fólk við fakligari "tyngd" úttala seg, gera vart við seg og taka lut í almenna orðaskiftinum um føroyska fólkaræðið.

Setrið er eisini einsta stað í heiminum, har vit kunnu útbúgva fólk til føroysk viðurskifti, og tí er umráðandi at menna Setrið.

Harvið ikki sagt, at Setrið ikki eisini skal samstarva við útlendsk universitet, tí er sjálvandi umráðandi.

Men Setrið skal eisini vera fyri fólk, sum ikki nema sær útbúgving á Setrinum. Setrið má duga at miðla sína gransking og ikki minst at miðla um, hví tað er umráðandi at granska.

Stutt sagt, so skal leikluturin hjá Setrinum í komandi tíðum mennast, so vit kunnu styrkja føroyska fólkaræði.

Tað setur krøv til politisku skipanina, men eisini til Setrið.

Beinta Løwe, tingkvinna

**

Lesið strategiætlanina, Mál og mið 2020-2024 her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Elisabeth Holm SSS 2.jpg

    Anna-Elisabeth Holm í uppskoti at fáa BAAL Book Prize

  2. Screenshot 2025 06 04 At 15 23 17 Hátíðarløta Fyri Universitetssjúkrahúsinum Heilsumálaráðið

    Hátíðarløta fyri Universitetssjúkrahúsinum

  3. Screenshot 2025 06 03 At 14 02 32 NUSCT Conference 2025 Day 1 Youtube

    Síggið allar fyrilestrarnar her