University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Uarctic Congress 2026 (1)
18.05.2026
Setrið

Setrið vertur fyri Føroya størstu ráðstevnu

Í altjóða vísindaliga umhvørvinum er hugurin at koma á ráðstevnu í Føroyum øgiligur: Meira enn 1000 luttakarar úr øllum heimsins heraðshornum hava teknað seg, og sum vertur hevur Setrið úr at gera við fyrireikingunum

Í døgunum 26.-29. mai verður Fróðskaparsetur Føroya vertur fyri stóru, altjóða ráðstevnuni, sum kallast UArctic Congress 2026. Samstundis verður eisini Ocean Connectivity Conference.

Onkur tiltøk verða longu mánadagin 25. mai, tá vælkomumóttøka verður á Tórsvølli frá klokkan 16-18, og eitt alment tiltak um smátjóðir og stórveldastríðið verður í Kongshøll klokkan 19:00.

Vísindaliga ráðstevnan verður hildin í stórhøllini við Tjarnir, og altjóða luttakaralistin er komin upp um túsund fólk. Talan verður sostatt um ta størstu altjóða ráðstevnuna, sum nakrantíð hevur verið hildin í Føroyum.

Í tí sera fjølbroyttu og rúgvismiklu skránni eru umleið 200 framløgur á tremur við nýggjari og spennandi vitan. Granskarar og fyrilestrahaldarar fara at hava munnligar framløgur, postarasýningar, pallborðsfundir, rundborðskjak og verkstovur, og alt verður skipað undir fimm høvuðsevnum:

  •         Burðardygg vinnulig menning og altjóða samstarv
  •         Hav og havrannsóknir
  •         Veðurlagsbroytingar í Arktis
  •         Lívfrøðiligt margfeldi
  •         Upprunafólk og samfeløg í Norðri

Eisini eru aðalfundur, rektarafundur og onnur tiltøk á skránni. 

Havráðstevnan hjá Arktiska Ráðnum
Sum nakað serligt verður havráðstevnan hjá Arktiska Ráðnum, Ocean Connectivity Conference, partur av UArctic Congress 2026. Talan verður tí um tvinnar ráðstevnur við einari samanflættaðari skrá.

Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri havráðstevnuni í tøttum samstarvi við Arktiska Ráðið, Havstovuna og Uttanríkis- og fiskimálaráðið.

Katrín Jakobsdóttir og Costas Kadis á skránnni
Millum høvuðsrøðararnar á ráðstevnuni eru fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Katrín Jakobsdóttir, og ES-kommisserurin í Hav- og fiskivinnumálum, Costas Kadis.

Bæði koma tey á pallin til setanina tann 26. mai, har tey fara at bera fram røðu og seta sjóneykuna á týðandi spurningar um framtíðina í Arktis og í havinum.

Um UArctic
UArctic (University of the Arctic) er eitt altjóða samstarvsnetverk av universitetum, granskingarstovnum og øðrum stovnum, sum arbeiða við gransking og útbúgving í og um Arktis.

Umleið 200 stovnar úr øllum heiminum eru limir í netverkinum. Fróðskaparsetur Føroya er ein av hesum limastovnum.

Annars er nærri kunning um ráðstevnuna á www.uarcticcongress.fo, har til ber at kunna seg nærri um skránna og tekna seg.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Herskip Í Havn Bjarni Rubeksen KVF

    Alment tiltak: Smátjóðir í stórveldastríðnum

  2. Wouter Veenendaal

    Almennur fyrilestur við Wouter Veenendaal um fólkaræði

  3. Búskaparfrøðilesandi

    Búskaparfrøðilesandi greinaðu Smyril Line