University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Setrið við á Jobmatch 2012
28.11.2012
Altjóða Skrivstovan

Setrið við á Jobmatch 2012

Jobmatch 2012 verður aftur í ár hildið í hugnaligu hølunum hjá Østrøm.


Tórshavnar kommuna, Altjóða Skrivstovan við Fróðskaparsetur Føroya, Vinnuhúsið og MFS eru nú farin undir at fyrireika karmarnar til enn eina Jobmatch starvsstevnu. Eisini í ár verður starvsstevnan hildin í Føroyum millum jóla og nýggjárs, tá flestu av okkara ungu lesandi uttanlands eru heima og halda jólafrí.

Í ár verður Jobmatch fríggjadagin 28. desember frá kl. 13.00 til 20.00 á fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð.

Tilmelda teg JobPrát

Undan Jobmatch starvstevnu er møguligt at tekna seg til eina samrøðu - eitt JobPrát - um tú ert áhugað/ur at koma í samband við Fróðskaparsetrið.

Eitt JobPrát er ein óbindandi styttri samrøða (10-15 min), har tú fært høvið at kunna teg um møguleikar og at greiða frá um teg sjálva/n. 

Fólk við útbúgving og lesandi, sum ynskja at avtala JobPrát undan starvsstevnuni, kunnu skráseta seg við upplýsingum um navn, bústað, teldupostadressu, útbúgving, nær tey eru/verða liðug, um tey hava royndir og so framvegis. Eisini er møguligt at senda CV.

Vinarliga klikka her um tú ynskir at bíleggja eitt JobPrát við Fróðskaparsetrið á Jobmatch 2012.

Les meira á www.jobmatch.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025