University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Setrið við í granskingarverkætlan um kropsligu krøvini í íshokki
13.09.2017
Til lesandi Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Setrið við í granskingarverkætlan um kropsligu krøvini í íshokki

Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetur Føroya, er verkætlanarleiðari í størri granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at greina kropsligu arbeiðskrøvini í úrvalsíshokki.


Fyrsta vísindaliga greinin er nú almannakunngjørd í altjóða tíðarritinum Journal of Strength and Conditioning Research og ber heitið: “Analysis of high-intensity skating in top-class ice-hockey match-play in relation to training status and muscle damage”.

Greinin er skrivað av Magna Mohr saman við granskarum frá Syddansk Universitet og Gøteborgs Universitet, og sjálvt kanningararbeiðið er gjørt í Vancouver, British Columbia í Kanada. Arbeiðsmynstrið í íshokkidystum er neyvt skrásett við somu tøkni, sum vanliga verður nýtt av granskingartoyminum í fótbóltsgranskingarverkætlanum.

Greining lýsir arbeiðsmynstrið og –intensitetin í íshokkidystum úr National Hockey League (NHL), sum er heimsins sterkasta íshokkikapping, við høvðsdenti á vøddamøði í dystum, umframt týdningin av kropsligari venjingarstøðu. Luttakandi royndarpersónarnir er sostatt bæði heimsmeistarar og olympiskir gullvinnarar í íshokki.

Hetta er fyrsta vísindaliga grein nakrantíð, sum greinar tey kropsligu arbeiðskrøvini í úrvalsíshokki, og er liður í størri ph.d.-verkætlan á universitetinum í Gøteborg, sum er fíggjað av svenska íshokkifelagnum Frølunda.
“Arbeiðsprofilurin í professionellari íshokki er hugtakandi og vísindaliga áhugaverdur, tí leikararnir eru bert á ísinum í 30-45 sekunds tíðarbilum í senn, og hesa tíðina verður arbeitt við nær maksimalum intensiteti. Menningin av vøddamøði í júst hesum arbeiðsforminum er ikki greinað fyrr undir natúrligum viðurskiftum, og tískil brúka vit íshokki sum arbeiðsmodell at betur útgreina og skilja vøddamøði undir hørðum stutttíðar intervalarbeiði” sigur verkætlanarleiðari Magni Mohr, sum hevur granskað í vøddamøði undir intensum arbeiði seinastu 20 árini.

Samandráttur av greinini kann lesast HER

Samband: Magni Mohr, 292270, magnim(at)setur.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum