University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Magni Mohr DHS 2.jpg

Magni Mohr er gestur í poddvarpinum "Diabetesforskerne" hjá Novo Nordisk Grunninum

Brynhild Thomsen
13.03.2023
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Setursgranskari í poddvarpi hjá Novo

M.a. føroysk gransking hevur staðfest, at bóltspæl er sera gagnligt fyri fólk, sum hava pre-diabetes, og tað tosar poddvarpið hjá Stenomiðstøðunum hjá Novo við Magna Mohr, professara um 

"Fótbóltur fyribyrgir diabetes i Føroyum", er heitið á hesum partinum í poddvarpinum hjá Stenomiðstøðunum hjá Novo Nordisk Grunninum. Føroyar hava júst fingið eina miðstøð eisini, sum eitur Steno Miðstøð Føroya, og poddvarpið hjá teimum eitur "Diabetesforskerne".

Soleiðis verður skrivað um henda partin í poddrøðini:

Ein kanning hevur víst, at fótbóltur kann gera undurverk fyri fólk, sum hava pre-diabetes. Bóltspæl er gagnligt fyri iltupptøku, blóðtrýst og beinagrind - og so minkar tað eisini um váðan fyri at fáa typu2-diabetes.

Magni Mohr, professari á Setrinum í arbeiðsfysiologi, sum er knýttur at Steno Miðstøð Føroya, greiðir frá.

Poddvarpið verður útgivið av teimum sjey Stenomiðstøðunum og verður framleitt av Kontekst & Lyd.

Lurtið eftir poddinum her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving