University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Setursins Cambridge Examination Centre stóð royndina
Setursskrivstovan
23.06.2010

Setursins Cambridge Examination Centre stóð royndina

Fyri fyrstu ferð síðani Fróðskaparsetrið í 1982 varð góðkent sum próvtøkudepil til ensktpróvtøkurnar hjá Cambridge, hevur fólk frá stovninum verið á umsjónarferð.


Á hvørjum ári fara fleiri enn 3.000.000 fólk í 130 londum til próvroyndir á Examination Centres í øllum heimspørtum.


Í Føroyum eru tað nøkur - vanliga eini 30-40 um árið, ið brúka møguleikan at fara til próvtøku, fyri síðani at fáa prógv fyri sín førleika í enskum.


Hetta ber til at gera í Føroyum, tí í 1982 fekk Tórður Jóansson góðkenning sum Local Secretary fyri Cambridge, við Fróðskaparsetrinum sum Examination Centre.


Síðan 2002 hevur Sharon Christiansen M.A., havt leiðsluna av skeiðunum í Føroyum, sum Centre Exams Manager.


Skeiðini, ið nú verða boðin út eru 'First Certificate in English', 'Certificate in Advanced English' og 'Certificate of Proficiency in English'. Hesi skeið vera nevnd 'Upper Main Suite of Exams'.

Meðan próvtøkurnar vóru í skeiðunum nú um dagarnar, var á fyrsta sinni eitt umsjónarfólk frá University of Cambridge ESOL Examinations og sýnaði próvtøkurnar.


Umsjónarfólkið var hjástatt alla próvtøkuna týsdagin 15.juni, tá nakrir næmingar úr 10. flokki úr Tórshavnar Kommunuskúla vóru til próvtøku í 'First Certificate in English'.


Hetta er eitt tilboð, ið Kommunuskúlin hevur boðið næmingum sínum 4 tey seinastu árini við Harriet Poulsen Vágadal sum lærara.


Setrið við lærarum og próvdómarum kann gleðast, tí tað vísti seg, at umsjónarfólkið fann einki at seta fingurin á, og skrivaði 'fully compliant', 'no faults' og 'top rating'.

Komandi vetur verða Cambridge-skeið í enskum aftur hildin.
Tað verða skeiðini 'First Certificate in English' og 'Certificate of Proficiency in English'.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png

    Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

  2. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Kom og hoyr um nýggja námsfrøðiliga útbúgving

  3. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin