University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
IMG_0630.jpg
Anna Katrin Matras
01.10.2018
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Seturskjak

Seturskjak komandi hóskvøld 4. oktober í Kongshøll.

Fróðskaparsetur Føroya sær sum undirvísingar- og granskingarstovnur ein stóran tørv á at taka ábyrgd av at kunna almenningin um virksemið á stovninum. Hetta gevur samstundis almenninginum møguleika til at spyrja nærri um evnið og at kjakast meira um hetta sama. Tí taka vit nú táttin við Seturskjakið uppaftur. Komandi hóskvøld 4. oktober verður evnið:

Kropslig venjing sum viðgerðarháttur

Tiltakið er ætlað sum kjakkvøld, har fólkið fær høvi til at hoyra meira um evnið og at spyrja nærri um hetta. Hetta verður gjørt soleiðis, at fakfólk hava stuttar framløgur um vald evnir sum síðani vera viðgjørd við eitt pallborð, sum leggur afturat hesum og sum so aftur leggur upp til eitt kjak, har áhoyrarar eisini luttaka.

Framløgurnar hetta kvøldið hava Magni Mohr um "Kropslig venjing sum viðgerðarháttur" og Amanda Vang um "Exercise, microbiote and inflammation". Pallborðið manna Magni Mohr, Guðrun Zakariassen, kommunulækni, og Katrin Kallsberg, lækni og politikari. Kjakið verður stýrt av orðstýrara, sum til hetta tiltakið er Óluva Zachariassen, tíðindakvinna.

Kongshøll gevur góðar karmar, eisini til tílík tiltøk, og bjóða vit øllum at verða hjartaliga vælkomin á gátt hóskvøldið 4. oktober. Byrjað verður kl. 19:30 og tiltakið endar kl. 21:00. Vit bjóða kaffi/te/vatn og smákøkur.

Fróðskaparsetur Føroya

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya