University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Seturskjak - "Bókmentir og politikkur"
04.02.2013
Føroyamálsdeildin

Seturskjak - "Bókmentir og politikkur"

Skulu skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar hava politiskan boðskap? Er ov lítið ella ov nógv av politikki í føroyskum bókmentum? Seturskjakið 7. februar fer at snúgva seg um bókmentir og politikk.


Skulu skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar hava politiskan boðskap? Økir politiskur boðskapur um dygdina og týdningin í einum bókmentaligum verki? Ella er tað tvørturímóti? Slepst yvirhøvur undan politiskum boðskapi?

Allastaðni gera rithøvundar vart við seg politiskt. Í mongum førum er tað við beinleiðis politiskum sjónarmiðum í miðlunum, men nógvir bera eisini politiskan boðskap fram í t.d. skaldsøgum, leikritum ella yrkingum.

Søguliga hava ávís bókmentalig tíðarskeið kravt politiskan boðskap í bókmentunum, onnur tíðarskeið hava mett ov týðiligan politiskan boðskap sum tekin um ódygd. Hvussu er sambandið millum politikk og bókmentir? Hava bókmentir eina politiska uppgávu í samfelagnum? Er ov lítið ella ov nógv av politikki í føroyskum bókmentum?

Hesaferð er tað Føroyamálsdeildin sum skipar fyri Seturskjakinum, og tað verður hóskvøldið 7. februar kl 19 á Østrøm á Skálatrøð

Á skránni er fyrst pallborð, har fýra stutt upplegg verða frá: Turið Sigurðardóttur, Bergi Djurhuus Hansen, Jóanes Nielsen og Hanusi Kamban.  Eftir hetta verður lagt upp til kjak, har eisini áhoyrarar fara at luttaka. Malan Marnersdóttir verður orðstýrari.

Seturskjakið byrjar klokkan 19 og er sett at vara til kl. 20.30, tá vit bjóða kaffi og smákøkur og har fólk fær høvi til at práta víðari.

Øll eru vælkomin

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025