02.05.2012
Náttúruvísindadeildin Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Seturskjakið um "Tað nationala genomið"

Hóskvøldið 3. mai kl. 19:30 verður aftur skipað fyri Seturskjaki á Østrøms Fabrikk á Skálatrøð, hesuferð er evnið: “Tað nationala genomið - teknikkur og etikkur ".


Tiltakið verður skipað soleiðis, at  Eyðfinn Magnussen lektari á Náttúruvisindadeildini leggur út við stutt at greiða frá um "DNA-øldin í Føroyum".

Síðani fara Svein-Ole Mikalsen, ph.d., professari í molekyler biologi á Náttúruvísindadeildin og Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur at hava hvør sína framløgu um “Tað nationala genomið - teknikkur og etikkur ".

Afturat hesum er eitt panel sett. Her fer fyrst Guðrið Andorsdóttir at greiða frá um “Ílegulógin og FARGEN-verkætlanin”. Eisini fer Pál Weihe at greiða frá um “Hvønn týdning hevur ‘FarGen-verkætlanin fyri føroyska gransking” og somuleiðis fer læknastjórin, Tummas í Garði greiða frá um “Hvønn týdning hevur ‘FARGEN-verkætlanin fyri føroyska sjúkrahúsverkið”.

Áhoyrarar til tiltakið eru eisini ætlaði at luttaka í kjakinum, sum verður stýrt av orðstýrara.


Tiltakið, sum er alment, verður hóskvøldið 3. mai 2012 kl. 19.30 í Østrøms Fabrik, á Skálatrøð 17 í Tórshavn.

--------------------------------------------------------------

Seturskjakið er ætlað sum kjakkvøld, har fólkið fær høvi til at hoyra meira um eitt ávíst evni og at spyrja nærri um evnið. Hetta verður gjørt soleiðis, at fakfólk hava stuttar framløgur um evni og at tað so uppfylgjandi verður eitt panel, sum leggur afturat hesum og sum so aftur leggur upp til eitt kjak, har áhoyrarar eisini luttaka. Vit halda, at tað er stórur tørvur á, at vit sum undirvísingar- og granskingarstovnur taka okkara ábyrgd av at kunnað fólkið um okkara virksemi og at geva møguleika fyri at spyrja um og kjakast meira um hetta.