07.10.2008
Skriva út

Seturssemja – ynski um ein føroyskan universitetspolitikk

Í londunum rundan um okkum er tað sera vanligt at gera tvørpolitiskar semjur um ávís viðurskifti í samfelagnum. Hetta átti eisini at borið til.


Jóan Pauli Joensen
Professari, dr.phil. & fil. dr. Rektari á Fróðskaparsetri Føroya

 

Í londunum rundan um okkum er tað sera vanligt at gera tvørpolitiskar semjur um ávís viðurskifti í samfelagnum. Hetta átti eisini at borið til í Føroyum. Tað er einki yvir at dylja, at føroyskir politikarar, uttan mun til flokk, í 2008 hava sýnt sera stóran áhuga fyri at seta út í kortið av nýggjum, tá tað um hægri undirvísing og gransking ræður. Vit, sum arbeiða á Fróðskaparsetrinum nýggja, hava fingið eina kenslu av, at politikararnir viðganga, at teir eiga hetta barn, tí 30. mai 2008 samtyktu allir 33 løgtingslimirnir eina nýggja lóg um Fróðskaparsetur Føroya. Eitt setur sum fevnir um Læraraskúlan, Sjúkrarøktarfrøðiskúlan og tað, sum higartil hevur verið nevnt Fróðskaparsetrið.

 

Í politisku umrøðuni var eitt fløvandi orðaskifti, har eisini orð sum altjóða universitet gjørdist partur av retorikkinum. Tosað varð um menning av hægru útbúgvingini, um at skapa møguleikar fyri teimum, sum høvdu fingið sær hægri útbúgving, at venda heim aftur. Eisini hevur verið talað um, at ein so stórur partur av ungdóminum skal byrja sína útbúgving í Føroyum, fara út í onnur lond, koma aftur og skapa eitt livandi umhvørvi her. Eisini hevur verið tosað um at fáa fremmandar studentar til Føroya. Hatta er einki nýtt. Tað eru júst somu tankar um globalisering, sum politikararnir í øðrum londum eisini røða um.

 

Tað positiva í nýggju lógini er, at nú renna læraraútbúgvingin, ein tann elsta útbúgvingin, og skjótt eisini skiparaútbúgvingin, sum eisini er gomul, saman í eina heild við klassiskum universitetsútbúgvingum og útbúgvingum í sjúkrarøktarfrøði og námsfrøði, í samsvari við ta evropeisku Bolognasamtyktina.

 

Læraraútbúgvingin, pedagogútbúgvingin og sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin eru vorðnar akademiseraðar. Skjótt koma skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar teimum á baki. Tá tað snýr seg um hægri undirvísing og gransking eru viðurskiftini vorðin alt meira kompliserað og krevjandi. Eisini eru tað eygu, sum duga at síggja, at gransking ikki longur bert hoyrir til tær klassisku universitetslærugreinirnar, men at markini eiga at verða flutt munandi.

 

Alt verður hinvegin ikki gjørt eftir einari nátt, men kósin, hon má setast út í kortið. Hon kann ikki vera “í vildensky”, sum ein sluppskipari einaferð ironiskt segði. Tað er neyðugt, at vit seta okkum eitt mál, og at vit leggja eina ætlan fyri, hvussu vit skulu koma á mál. Fyrsta stigið móti hesum máli hava vit longu tikið. Lærararnir á sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini hava tikið eitt stórt tak við at uppstiga sín lærdóm til masterstøði. Hetta var minsta kravið fyri at kunna fara undir eina bachelorútbúgving í sjúkrarøktarfrøði. Somu krøv eru eisini galdandi á Læraraskúlanum, og Vinnuháskúlin berjist í løtuni fyri tí sama. Men hetta er bert byrjanin, tað næsta er at uppstiga lærarar á øllum setrinum til eisini at kunna verða granskarar, og her er ein Ph.D.-útbúgving kravið í øllum londunum rundan um okkum. Hetta letur seg alt gera innan fyri eitt áramál, lat okkum siga 10 ár, men á fleiri økjum kann tað gerast fyrr.

 

Tað, sum fyrst ræður um hjá okkum her á landi, er at fáa undirvísingina upp á eitt altjóða universitetsstig, men undirvísingin er bert ein táttur av hesum – at leggja vitan niður í studentarnar. Hin parturin er, at við á universiteti okkara eisini sjálv skulu framleiða vitan við at granska, og vísindastarvsfólkini mugu fáa stundir til tess.

 

Tað skerst ikki burtur, at tá tað kemur til hægri undirvísing og gransking, so eru Føroyamálsdeildin, Náttúruvísindadeildin og Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum komin longst, men sjálvt her skal nógv til, áðrenn vit eru komin upp á eitt nivo, sum er nóg gott. Tí umframt at granska, skal eisini bera til at geva studentum møguleika at byrja á hvørjum ári.

 

Í 2008 varð játtanin til setrið gamla hækkað so mikið, at tað hevur borið til at seta fleiri nýggj størv, men tað tekur tíð at seta akademisk størv. Summi fólk koma so seint í starv í 2008, at tey merkjast ikki rættiliga fyrr enn í 2009. Tí er neyðugt at taka uppskot setursins í álvara og at hækka játtanina munandi í 2009. Ein tummilfingraregla sigur, at tað krevjast góð 20% av lønarútreiðslunum til rakstur bert fyri at halda virkseminum gangandi. Hetta vita øll í umsitingini, og verður roknað við veruligari nýskapan, eigur hesin parturin at verða størri.

 

Fróðskaparsetrið hevur sent Mentamálaráðnum eina nágreiniliga framtíðarætlan við tølum á. Skal nakað skil vera í, og skal tað bera til at leggja ætlanir um undirvísing, at gera samstarvsavtalur við onnur universitet og fyri bert at fáa ein pinkulítlan leiklut á altjóða undirvísingar- og granskingarpallinum, er tað avgerandi neyðugt, at føroyskir politikarar semjast um játtanina til Fróðskaparsetrið ikki bert í 2008, men eini 5 ár fram. Tástani kunnu studentarnir fáa álit á setrinum, tástani fara lærarar í lívfrøði, evnafrøði og øðrum starvsstovukrevjandi fakum at kenna, at teir kunna skapa samfelagsvirði. Tað er fyrst og fremst ein politiskur spurningur, um vit vilja hava eitt universitet í Føroyum ella ikki. Í 2008 er byrjaður ein góður gerningur, og eg fari tí at heita á politikarar okkara um at fullføra hann.

 

Herfyri spurdi ein av mínum kenningum meg, hví vit á Fróðskaparsetrinum ikki spurdu okkum fyri hjá onkrum stórum donskum universiteti, um tað ikki bar til at leggja saman við teimum, men við einum altjóða kampusi í Føroyum. Svar mítt var, at eg helt ikki, at tað riggaði til føroyskan politikk, men eitt veit eg – tá høvdu vit fingið eina ætlan fyri framtíðina.