University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

(Foto: Jarðfeingi)

10.07.2026
Setrið

Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

Jarðfeingi hevur gjørt Gróthúsini á Debesartrøð, har ið fyrisitingin hjá Fróðskaparsetri Føroya er, til royndarstøð fyri jarðhita

Nógvar jarðhitaboringar eru gjørdar í Føroyum seinastu 6-7 árini, tí jarðhiti verður í vaksandi mun brúktur til upphiting av húsum. Men vitanin um, hvat í roynd og veru ávirkar jarðhitan og hví, er framvegis sera avmarkað.

Nú skal ein nýggj royndarstøð við Setursskrivtovuna á Debesartrøð veita nøkur av svarunum.

Undir leiðslu av Janu Ólavsdóttir frá Jarðfeingi, sum er verkætlanarleiðari, eru trý jarðhol borað. Eitt, sum er 400 metrar djúpt, og tvey, sum eru 200 metrar. Holini eru gjørd á ymiskan hátt, soleiðis at granskararnir í verkætlanini kunnu samanbera ymiskar loysnir. Eitt av holunum er m.a. stoypt fyri at kanna, hvørja ávirkan tað kann hava.

Ein ørgrynna av tøkni og termometrum eru í holunum, sum 10. hvørt minutt skráseta hitamátingar fyri 10. hvønn metur.

Men endamálið er ikki bara at kanna hesi trý holini.

Royndarstøðin skal geva nýggja vitan um føroysku undirgrundina, so framtíðar jarðhitaskipanir kunnu gerast betri og tryggari. Úrslitini kunnu eisini gera tað lættari at velja røttu loysnina, áðrenn borað verður.

Við at savna dátur úr royndarstøðini á Debesartrøð fáa granskarar betri innlit í, hvussu føroyska bergið leiðir hita, hvussu vatn flytur seg í undirgrundini, og hvussu ymiskar boringar ávirka úrslitið.

Dátur frá royndarverkætlanini skulu savnast í fleiri ár, og vónin er, at royndarstøðin kann geva týdningarmikið grundarlag undir framtíðar gransking og menning av jarðhita í Føroyum.

Granskingarverkætlanin er stuðlað av Jarðfeingi, Heilsu- og orkumálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Landsverki.

Lesið frágreiðing um jarðhitaverkætlanina HER.

Jana Ólavsdóttir á Jarðfeingi hevur framløgu um jarðhitaroyndarstøðina

Sigurð Ó. Vang á Landsverki, og Trygvi Árting frá Jarðfeingi, niðri í kjallaranum í Gróthúsunum, har tøknin til royndarstøðina er

Uni K. Petersen, jarðalisfrøðingur á Jarðfeingi, leggur fram um royndarstøðina

Seinasta oljan verður sogin úr Gróthúsunum, og nú er stóri tangin og oljufýringin tikin burtur

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 08 14 At 11 29 21 WELCOME Iifet2026

    Almennur fundur um framtíðar fiskivinnustýring

  2. Screenshot 2026 08 12 At 10 19 38 Turið Sigurðardóttir Heiðrað Setur

    Turið Sigurðardóttir 80 ár

  3. Skærmbillede 11 8 2026 11247 Www.Iifet2026.Com

    IIFET 2026: Setrið vertur fyri altjóða fiskivinnuráðstevnu