University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Seturstiltak á Mentanarnáttini (1)
31.05.2014
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Seturstiltak á Mentanarnáttini

Eisini í ár luttekur Setrið á Mentanarnáttini, sum verður hildin í Havn 6. juni 2013. Og aftur hesa ferð verður tiltakið fyriskipað á Østrøm.


Her verður skipað fyri bæði kunning um útbúgvingarmøguleikar og við framløgum frá lesandi á Setrinum.

Deildirnar fara at hava básar við kunningartilfari, har møguleiki verður hjá teimum vitjandi at fáa prát við umboð fyri útbúgvingarnar.

Á tiltakinum er sett upp framsýning har lesandi á kreativu breytini á læraraútbúgvingini sýna fram.

Til tiltakið fara lesandi eisini at syngja og spæla.

Setrið bjóðar gestunum vaflur við róma og súltitøj eins og kaffi, te og vatn verður at drekka.

Talan er um alment tiltak á Mentanarnáttini fríggjakvøldið 6. juni 2013 frá kl. 18.45 til 22.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Sí skránna her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum