University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Síðsta freist 01. februar
19.01.2015
Føroyamálsdeildin

Síðsta freist 01. februar

Nú nærkast síðsta freist at lata inn úrtak til kvæðaráðstevnuna í summar.


H.N. Jacobsens bókhandil verður í ár 150 ára gamal. Hetta verður hátíðarhildið við stórari kvæðaráðstevnu í Norðurlandahúsinum 20.-24. juli. 7 høvuðsfyrilesarar eru: Andrea S. Opielka, Ann-Mari Häggman, Eyðun Andreassen, Louis-Georges Tin, Velle Espeland, Olav Solberg og Peter Andersen.

Les meira um ráðstevnuna og evnini á henni í lýsingini eftir úrtøkum. Enn er møguligt at lata inn úrtak til ráðstevnuna. Úrtakið skal vera 300-500 orð, fyrilesturin skal vera 20 min. + 10 min. til spurningar og kjak. Sendið úrtøk til info(at)ballads2015.fo.

Lýsing eftir úrtøkum (FO) / Call for Papers (UK)

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga