
Síggið allar fyrilestrarnar her
Í tveir dagar hava søgufrøðingar og aðrir akademikarar frá universitetum í smátjóðum hildið ráðstevnu á Søgu- og samfelagsdeildini á Froðskaparsetri Føroya, og tú kanst síggja allar fyrilestrarnar á leinkjunum niðanfyri
Fróðskaparsetur Føroya hevur síðani 2020 verið limur í altjóða universitetssamstarvinum, NUSCT, sum stendur fyri Network for University Cooperation in Small Countries and Territories.
Farið varð undir hetta samstarvið í ásannan av, at universitet í lítla samfelagnum mangan hava ein serligan leiklut, sum ikki í sama mun er galdandi í størri londum, har fleiri lærdir háskúlar eru. Universitetið í lítla landinum verður sett á stovn fyri at lyfta samfelagið fram á nýggjar leiðir við at menna førleikar, skapa vitan og tryggja, at mál og mentan liva víðari. Samstundis er tað eisini við til at loysa ítøkiligar samfelagsligar trupulleikar og hevur mangan tætt samband við politiskar stovnar og tey, sum taka avgerðir.
Hesa vikuna hava akademisk umboð frá londunum í samstarvinum verið á ráðstevnu á Søgu- og samfelagsdeildini, har tey hava viðgjørt viðkomandi evni so sum:
- Fólkaræði og vitan: Hvat kann universitetið gera til frama fyri fólkaræði og politiska menning?
- Ráðfestingar og gransking: Hvat verður granskað í og hví?
- Flyting og kynsbýti: Hvussu ávirkar universitetið demografisku gongdina?
- Samleiki og mentan: Hvørja mentan bera vit við okkum gjøgnum útbúgving og vitan?
- Samfelagsbroytingar: Hvussu kunnu universitet vera við til at broyta samfelagið?
Til ber at síggja allar fyrilestrarnar og fylgja við í orðaskiftinum á leinkjunum niðanfyri - og at kunna seg í skránni sohvørt:
Skráin fyri NUSCT-ráðstevnuna 2025
4. juni verður rektarafundur í NUSCT-samstarvinum. Á skránni stendur m.a. vitlíki, Magna Charta Universitatum og skiftislestur.
Martin Tvede Zachariasen, rektari, bjóðar gestunum vælkomnum á NUSCT-ráðstevnuna, sum á fyrsta sinni varð hildin í Føroyum - á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu í Havn
13 universitet í smáum londum eru við í samstarvinum, sum ein kann lesa eitt sindur meira um her
Sigri M. Gaïni, ph.d. og námslektari á Námsvísindadeildini legði fyri fyrra dagin við fyrilestrinum "The role of Universities in Small Scale Societies". Sigri helt fyrr í vár røðu fyri studentafelagsskapum í Norðurlondum og í baltisku londunum um sama evnið. Røðan kann lesast her.
Runa Preeti Ísfeld, námslektari og útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini hevði framløgu um demografiskar avbjóðingar undir heitinum "Demographic challenges - societal role of universities in terms of migration and gender"
Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, stýrdi fyrsta partinum av ráðstevnuni mánamorgunin. Hann hevur givið nógvar bøkur út, m.a. "Frá Kuwait til Kyiv. Tvær heimsmyndir og russisku innrásirnar í Ukraina", "Bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum í 1945" og "The Rise of Faroese Separatism: Danish-Faroese relations from 1906-1925 and the radicalization of the national- and home rule question"
Nógvir spennandi fyrilestrar vóru annars á fjølbroyttu skránni. Høvuðsrøðari var Guðni Thorlacius Jóhannesson, sum er søgufrøðingur og fyrrverandi forseti Íslands. Hansara fyrilestur æt "The last bastions of nationalism in academic circles". Rektarin á Setrinum gav honum Kongsbókina hjá Andrasi Mortensen, lektara, sum tøkk fyri luttøkuna.
Katrin Petersen gjørdi samrøðu við Guðna fyri Breddan í Kringvarpi Føroya, og so var Erling Isholm, lektari, eisini gestur í sendingini, har hann m.a. segði, at Fróðskaparsetur Føroya eigur at vera partur av almenna kjakinum og at lyfta støðið í orðaskiftinum.
Lurtið eftir Breddanum her.