12.10.2018
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi
Skriva út

Sigri M. Gaïni farin undir ph.d.-granskingarætlan á Setrinum um haturstalu

Sigri M. Gaïni fór í september 2018 undir ph.d.-lestur á Søgu- og samfelagsdeildini.

Sigri hevur læraraútbúgving frá Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og er harumframt kandidatur í pedagogiskari filosofi frá Aarhus Universiteti.

Sigri skal granska í framsøgufrælsi og haturstalu úr einum filosofiskum og praktiskt-etiskum sjónarmiði. Hetta merkir, at tað fyrst og fremst verður hugt at ymiskum próvførslum úr einum yvirskipaðum, prinsipiellum støði. Serligt fokus verður á §266b í revsilógini og kannað verður m.a., um argumentini fyri ella ímóti at varðveita greinina eru mest haldbar. Grein §266b hevur verið nógv umrødd seinastu árini, bæði her heima, men eisini í londunum rundan um okkum. Atfinningarsomu røddirnar vilja vera við, at greinin er ein hóttan ímóti framsøgufrælsinum – og harvið fólkaræðinum – aðrar, beint øvugt, at greinin nettupp er neyðug til tess at verja fólkaræðið. Hetta og onnur viðurskifti, ið snúgva seg um, hvar markið millum framsøgufrælsi og avmarkingar á framsøgufrælsinum eigur at ganga, fer Sigri at viðgera komandi 3 árini.

Verkætlanin er stuðlað við 1,1 millión krónum úr Granskingarráðnum.

Sigri er innskrivað til ph.d.-lestur á Fróðskaparsetrinum og á Roskilde Universitet. Talan er um eina sonevnda dupultinnskriving, og Sigri kemur tí at arbeiða ein part av tíðini á RUC.

Vegleiðarar eru Jesper Ryberg professari í etikki og rættarheimspeki á Roskilde Universiteti og Hans Andrias Sølvará lektari á Søgu- og samfelagsdeildini.