University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Sigurd Christiansen Lektari NVD1
26.03.2025
Setrið Náttúruvísindadeildin

Sigurd Christiansen framfluttur til lektara í evnafrøði

Sigurd Christiansen er framfluttur til starv sum lektari á Nátturuvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya

Sigurd hevur verið í starvi sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2022. Hann er útbúgvin evnafrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn og hevur ph.d.-prógv í atmosferiskari evnafrøði frá Aarhus Universiteti.

Harumframt hevur hann eisini arbeitt sum postdoc-granskari á Aarhus Universiteti og á Stockholms Universiteti.

Síðan hann kom til Setrið, hevur hann undirvíst í fleiri fakum innan fyri evnafrøði, havt ábyrgd av fleiri bachelor-skeiðum og einum ph.d.-skeiði. Somuleiðis hevur hann tikið stig til at gera undirvísingina meira atkomuliga við eitt nú hybridundirvísing og beinleiðis stroyming. Hann er og hevur verið virkin í leiðslu og nevndararbeiði, m.a. sum varalimur í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum dagligur trygdarleiðari og eisini sum limur í lestrarráðnum. 

Tá vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara ella professara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.

Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran út frá ymiskum atlitum: 1) vísindaligum útgávum, 2) undirvísing og vegleiðing, 3) miðlan av gransking og 4) fyrisitingarligum royndum.

Metingarnevndin vísti á serligu styrkirnar hjá Sigurdi viðvíkjandi gransking, undirvísing og akademiskum virksemi. Hansara vísindaliga arbeiði fevnir um hav, luft og umhvørvi. Hann hevur eisini víst, at hann er førur fyri at fáa uttanhýsis stuðul til gransking og at byggja upp eitt sjálvstøðugt granskingarumhvørvi.

Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku og starvsligu avrikini luku allar akademiskar treytir og mæltu til, at Sigurd Christiansen verður framfluttur til lektara í evnafrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

Í metingarnevndini sótu Hans Pauli Joensen, lektari emeritus, Fróðskaparsetur Føroya, Ilona Riipinen, professari, Stockholms Universitet, og Tore Skodvin, lektari, Universitetið í Bergen.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving