24.11.2016
Setursskrivstovan Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Silja Aldudóttir gjørdist umboð teirra lesandi í stýrinum

Av teimum 816 fulltíðarlesandi, sum høvdu valrætt, avgreiddu 211 lesandi atkvøðu. Silja Aldudóttir fekk flestar atkvøður og varð fyrst vald.


Fimm valevni bjóðaðu seg fram sum umboð fyri lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. Av teimum 816 fulltíðarlesandi, sum høvdu valrætt, avgreiddu 211 lesandi atkvøðu. 

Úrslitið av valinum gjørdist, at Silja Aldudóttir fekk 91 atkvøður,  Emil Hermansen fekk 44 atkvøður, Tór Marni Weihe fekk 37 atkvøður, Gunnar Knudsen fekk 23 atkvøður og Bárður Clementsen fekk 16 atkvøður.  

Sostatt gjørdist Silja Aldudóttir, MA-lesandi í føroyskum á Føroyamálsdeildini, umboð - og Emil Hermansen, løgfrøðilesandi á Søgu- og samfelagsdeildini, gjørdist varaumboð fyri lesandi í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.