Hóraldur Joensen
15.04.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Sintur sjógarpur speirekur serfrøðingafrásagnir

Umtala av umleið 8000 tonsum av livur, ið verður útblakað á hvørjum ári, hevur fingið fólk at gera viðmerkingar. Sjógarpur heldur, at granskarar hava ov lítið innlit í veruligu vinnuna og hugsa ov stutt. Teir koma við útsagnum, sum eru av allari leið, fara ov lætt um tøl og veruleikar, og sleingja um seg við tølum sum, eingin logikkur er í. Tølini eru púrasta burtur við, ja, burtur úr vón og viti. Sum eini góð ráð og vegleiðing, so heldur sjógarpur at granskarar mugu lesa betur uppá. Ein fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður stuðlar sjógarpinum og kallar øll tey, sum ikki beinleiðis økja um vinnu og útflutning okkara, fyri uppáhang hjá almenna sektorinum.


Kveikingarfundur

Á kveikingarfundi, sum Føroya Fróðskaparsetur skipaði fyri, hevði undirritaði stutta framløgu (Joensen, 2008) við høvuðsdenti á manglandi granskingartól og skerdan møguleika at  framleiða evnafrøðilig og lívtøknilig data her á landi. Ein røð av granskingarevnum varð ramsað upp, harímillum livur og høga smásøluvirðið av hávirðisúrdráttinum: hylkislýsi. Livur og livraúrdráttir hava verið umtalað so ofta áður í fjølmiðlunum og kundu tí hugsast at verið av minni áhuga enn øll hini nevndu spennandi fiskivinnu- og matvøruevnini. Men so var ikki. Stóra smásøluvirði av hylkislýsi (2 milliardir Dkr) hevði stórst áhuga, og evnið varð havt á lofti í útvarpi, sjónvarpi og í onkrum av tíðindabløðunum.

 

Viðmerkjarar

Í blaðgreinum í Sosialinum tann 28. februar 2008  (Jacobsen, 2008) og Dimmalætting tann 12. mars 2008  (Keldu, 2008) eru fleiri viðmerkingar til livrakjakið. Hesar eru frá  formanninum í Føroya Fiskimannafelag  Jan Højgaard (JH), sjógarpinum, Mortan Johannesen (MJ), og fyrrverandi løgtingsmanninum, landsstýrismanninum og kommunupolitikaranum , Jógvan við Keldu (JK). Í staðin fyri at fegnast um fleiri gagnnýtslumøguleikar, so eru flestu útsagnir viðmerkjaranna neiligar.

 

Formaður Føroya Fiskimannafelags

FF-formaðurin (JH) undrast yvir lága livraprísin (5 Dkr/kg), tá smásøluprísurin á hávirðisúrdráttinum er (0,5 -2,0) Dkr/g. Hann heldur, at so leingi sum tøknifrøðin til livratøku vantar, loysir tað seg ikki hjá manningini at taka livur.

 

Sjónarmið sjógarpsins

MJ hevði rættuliga sterkar meiningar um gagnnýtslu og fíggjarligar menningarmøguleikarnar í føroyskari botnfiskalivur. MJ heldur, at smá 8.000 tons av livur um árið er púrasta burtur við. Rætta talið er, eftir hansar meting, heldur nakað omanfyri 2.000 tons. Eitt ársmeðalinnihald  av livur í føroyskum botnfiski ájavnt við 7 % er eftir hansara tykki eisini heilt av leið. Rætta talið, heldur hann, liggur um 2-3 %. Harafturat vísir MJ á, at upsaveiðan undir Føroyum er umleið 40.000 tons, toskaveiðan 25.000 tons og hýsuveiðan 15.000 tons. Í alt eru hesar mongdir einans 80.000 tons, sum væl lægri enn tey 113.635 tonsini av botnfiski, sum veruliga vórðu landaði í Føroyum í 2005 (www.hagstova.fo).

 

Sútfullur sjógarpur

Hesi ósamsvar í tølum harma MJ so mikið nógv, at hann heldur, at fleiri fólk, sum úttala seg um livratøku, vita ov lítið um, hvat veruliga gongur fyri seg umborð á skipi, og hvørjir vansarnir eru. Harafturat heldur hann,  at granskarar hava ov lítið innlit í veruligu vinnuna og hugsa ov stutt. Og hvat viðvíkir útsagnum hjá Hóraldi Joensen (HJ), so eru hesar av allari leið. MJ tykir, at HJ fer ov lætt um tøl og veruleikar, og sleingir um seg við tølum, sum eingin logikkur er í. MJ vísir á, at tølini, sum HJ kemur við, eru púrasta burtur við, ja, burtur úr vón og viti.  Sum eini góð ráð og vegleiðing, so heldur MJ, at  HJ má lesa betur uppá. MJ sigur, at virðingin fyri HJ er minkað munandi eftir seinastu útsagnir hansara um livur. MJ heldur, at lúsa 35 milliónir til útróðramenn er einki at tosa um í mun til stríðið at taka livurina til lands. MJ heldur, at 5 Dkr/kg av livur er spottprísur fyri tað stríð, sum livratøka hevur við sær. Var prísurin 20-30 Dkr/kg, so hevði nakað verið at tosað um. MJ góðtekur ikki, at fólk í SMS ella á vegnum halda, at fiskimaðurin til stuttleika oyðslar burtur av tilfeinginum við at hella livur og annan innvøl út gjøgnum lensiporturið. MJ er bangin fyri, at tað sum HJ vartar upp við fær nógv fólk at trúgva, at fiskimaðurin oyðslar við tilfeinginum. Loksins heldur MJ, at boðskapurin hjá HJ elvir til, at fiskimenn verða happaðir.

 

Livraprísir og ótálmað gyllinsgreði

Til framsøgnina hjá JH er at siga, at grundin til stóra prísmunin millum ráevni og processeraðan hávirðisúrdrátt, er høgur framleiðslukostnaður og miklar byrjanaríløgur. Men helst fer livraprísurin at hækka nakað, tá framleiðslan  er veruliga komin í gongd. Í onkrum av grannalondum okkara  har framleiðsla av hávirðisúrdráttum fer fram, hevur  livraprísurin  verið nakað hægri enn tann føroyski. Á Hirtshals Fiskeauktion ApS (http://www.hirfiskauk.dk/) var meðalprísurin fyri árið 2007 javnur við  13 Dkr/kg fyri toskalivur. Hesin prísurin í Danmark liggur tó langt niðanfyri tað sum MJ heldur vera hóskandi (20-30 Dkr/kg), men hetta rávøru-søluvirði forðar tó ikki donskum sjómonnum at taka livur. Danir framleiða fleiri lá- og hávirðisúrdráttir úr livur. Tað at MJ ynskir 20-30 Dkr/kg fyri livur og heldur at lúsa 35 milliónir Dkr er einki at tosa um, kundi bent á, at kallurin er ikki heilt fæfeingissørur. Onkur avantgarda psycho-frøðingur hevði uttan trupulleikar kunnað tulkað útsøgninga hjá MJ sum ónøktaða og ótálmaða gyllinsgreði. Tá føroyskir sjómenn fyri árum síðani fingu ágóðan av livur skattafría, kom nógv livur uppá land. Og fleiri av livratakarunum vunnu fleiri túsund Dkr eyka um mánaðin. Men tá tann skattafría skipanin varð tikin av aftur nøkur ár seinni, datt livratøkan niður fyri. Óreingiliga, misti føroyski búskapurin meiri fyri minni. Hetta er ikki fyrsta dømi um fíggjarliga og vinnuliga sjálvtýning.

 

Reiðarvirkini og skyldur tess

Reiðararnir hava fingið veiðuloyvini ókeypis, og hava harvið havt ávísa samfelagsskyldu at gagnnýta  alt tilfeingi optimalt (løgtingslóg nr. 61 frá 17 septembur 2004, §2 Stk.1). Tað er jú bannað at tveita veiðu, fólksins ogn, í havið aftur. Teir skuldu fyri langari tíð síðani  havt sett menningarætlanir í verk fyri at lætt um arbeiðsgongdina umborð, so til bar at gagnnýta alt tilfeingið á skilabesta hátt. Dømi er um spildur nýggj før í føroyska feskfiskaflotanum, sum eru so vánaliga og fantasileyst innrættað, at arbeiðslagið á dekkinum er als einki øðrvísi enn á teimum gomlu  skipunum. Tungt og strævið. Hugsað hevur eina mest verið um umstøðurnar hjá yvirmonnunum. Fleiri av reiðaravirkjunum við skipum í føroyska feskfiskaflotanum tørva tessvegna hjálp til neyðuga menning.

 

Livur í land og process-tøknilig gransking

Í omanfyrinevndu grein verður trupulleikin av at fáa livrina til lands eisini viðgjørdur. Tað eru óivað nógvir framferðar- og arbeiðshættir, ið nýtast kunnu, til at fáa hádygdarlivur til lands. Ein háttur, sum MJ nevnir, er at føra fiskin ókruvdan, blóðgaðan niður í ísvatn, vaskaðan og ísaðan til lands. Eitt gott hugskot, ið átti at verið roynt við eftirfylgjandi kanningum av dygdini av livurini og nýtiligu restinum av innvølunum. Bløðgingin førir óreingiliga ofta til, at partur av  livrini og lutvíst innvølurin kemur út úr búkholini. Livur fær nevniliga ikki fyrstafloks dygd, um vatn ella sjógvur kemur at henni. Annar háttur er at føra fisk livandi til lands, so sum umtalað í blaðgrein í Sosialinum (Joensen, 2007). At føra fisk livandi til lands hevur nógv fleiri fyrimunir enn flestu gera sær far um. Tíverri fekst eingin fígging til verkætlanina um at føra livandi trolveiddan upsa til lands. Umframt nevndu skipan, so átti at verið farið undir eina umfatandi og miðvísa process-tøkniliga gransking og menning umfatandi ergonomiskar arbeiðsstøður, mekanisering og automatisering av livratøkutilgongdini. Fjølbroyttu veiðihættirnir á ólíku báta- og skipasløgunum hava óivað tørv á ymsum tøkniligum loysnum. Men fyri at nakað munagott skal spyrjast burtur úr, so má fyrst og fremst peningur setast av til nevndu menning og gransking. Uttan menning og gransking, so fáa vit onga miðvísa og stevnufasta framgongd á hesum øki.

 

Vælgrundaðar metingar - keldur

Nú er tað soleiðis, at tølini, sum HJ hevur nevnt, koma ikki úr bláum lofti, men harafturímóti frá ymsum keldum. Tann fyrst keldan er ein frásøgn  við heitinum: “Ilandbringning af indvolde på Færøerne – En analyse”. Fiskimálaráðið hevur tikið stig til at fáa kanningina gjørda og rapportina skrivaða. Rithøvundurin, Jón Ólavur Joensen, er verkfrøðingur frá DTU, hevur arbeitt við fiskivinnugransking í ein heilan mansaldur og er serfrøðingur á sínum øki. Rapportin liggur á heimasíðuni hjá Fiskivinnugransking (www.fvg.fo).  Í rapportini verður upplýst um samlaðu livurmongdina, sum kann fáast burturúr føroyska botnfiskastovninum. Hesin umfatar fleiri fiskasløg, so sum tosk, hýsu, upsa, brosmu, longu, blálongu, havtasku og havmús. Og tað er júst av hesum nevndu fiskasløgum, at Faroe Marine Biotech (FMB) fær livur. Harafturat kemur so livurin frá fleiri hávasløgum.  Men vegna vána fyriskipan á ovastu politisku rók, so er hávafiskiskapurin ikki nær á námind, hann átti at verið. Sum er, so fær FMB áleið 60-80 tons/ár av hávalivur. Men um rætt varð atborið, so kundi virkið leysliga mett fingið nøkur hundrað tons um árið, og møguliga heilt upp í móti 500 tonsum, sambært meting fróðarmanna. FMB hevur heypt hávalivur fyri 12 kr/kg.
Rapportin: Ilandbringning af indvolde på Færøerne – En analyse, er grundað á veiðuna árið 2005. Samlaða botnfiskaveiðan í Føroyum hetta árið var 113.635 tons (hagstovan).

Ein stórur partur, 76.525 tons, varð veiddur við lemma- og partroli og ein væl minni partur, 36.499 tons, við línu og snellu. Av hesi botnfiskaveiði kundi fingist 7954 tons (7%)  av livur. Henda mongdin av livur er ein vælgrundað meting (kvalificerað estimat), bygd á norsk tøl. Norskar kanningar (Johnsen, Geir (2002)) vísa, at ársmeðalinnihaldið av livur í toski, hýsu og upsa er 7%.  Hetta talið liggur rættuliga nær øðrum føroyskum metingum av livurinnihaldinum í føroyska botnfiskastovninum. Hesar kvalifiseraðu estimeringarnar  finnast í fylgjandi trimum keldum. Talan er um tvey hefti: “Hjáframleiðsla” frá 2000 og “Úrtøkuøking og hjáframleiðsla av toski hjá verksmiðjutrolarum” frá 2002. Útgevari: Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Rithøvundur: Helgi Nolsøe. Harafturat finst ein Power Point framløga: “Tøka av livur og rognum v. m.”, sum Helgi Nolsøe eisini hevur avrikað.  Hann gjørdi hana í samband við ein “livradag” í Útvarpshøllini tann 01.02.2006 (sí www.setur.fo). Helgi Nolsøe er sivilverkfrøðingur frá Universitetinum í Ålborg við sergrein inna fiskivinnutøkni. Hevur arbeitt í mong ár við fiskivinnugransking, og er serfrøðingur. Hansara metingar eru bygdar á umrokningarfaktorar, sum vóru/eru ein partur av grundarlagnum undir kvotaavtalunum millum Føroyar, Russland og Noreg.
Niðurstøðan í Power Point presentatiónini er tann, at samlaða nøgdin av livur frá føroyska botnfiskastovninum er 8912 tons ella 7,8 % av 113.635 tonsum, sum var botnfiskaveiðan í 2005.  Í framløguni eru annars frálíkar myndir av ergonomiskt framkomnun útróðrarbáti (sí www.setur.fo). Tøl frá fyrrverandi livravirki her á landi vísa, at livurparturin av upsa, plagdi at vera 12,5 % av landaðu veiðini allar mánaðir uttan mars, apríl, mai og juni. Tað merkir, at ársmeðalinnihaldið av livur í upsa er minst 8,3%.

 

Eingin umfatandi føroysk livrakanning

At nýta eina vælgrundaða meting er bert næstbest. Men annar møguleiki var og er ikki tøkur her á landi. Vit hava ongar umfatandi mátingar av livurinnihaldinum í føroysku botnfiskasløgunum. Tað vil siga mátingar, sum eru gjørdar  regluliga yvir eitt ávíst áramál. Til dømis annan hvønn mánað í tíggju ár. Hetta fyri at fáa lýst árstíðar- og árs-variatiónirnar. Orsøkin er einfalt tann, at fiskiveiðutjóðin Føroyar ikki setir pening av á fíggjarlógini til turviligar rannsóknir, og fremur  tessvegna ikki ta neyðugu fiskivinnugranskingina í verki. Og føroysk fiskivinna bjóðar ikki til at fremja slíka skipaða langtíðar gransking.
 

Kanningar í Føroyum og Íslandi

Drúgvar kanningar av landgrunnstoski á Fiskirannsóknarstovuni vísa greitt, at toskur út á dýpinum er holdsliga beturi fyri enn toskur longur inni á landgrunninum. Konditiónsfaktorurin   økist vanliga frá 100 m niður á  500 m dýpi.
Toskur, sum fer út á dýpi, hevur tann neyðuga kvikleikan og styrkina at veiða fljótar føðslu-fiskar. Hetta slagið av toski hevur vanliga ein góðan hydrodynamiskan form til skjótsvimjing. Hann etur fyri tað mesta føðslugóðan hvítingsbróðir og svartkjaft, er oftast mettur og væl fyri, og tekur vanliga ikki húk. Hann verður tí trolveiddur.
Landgrunnstoskur, sum verður verðandi á lutfalsligurm grunnum vatni, har tað er lættari at veiða til lívsins uppihald, er aloftast verri fyri og megnar tilverustríðið minni væl. Kroppsformurin er ikki so streymlinjaður og kjafturin er kraftmiklari. Hesin toskurin etur í stóran mun krabbadjór, skeljadjór, krossfisk og annað. Henda føðin er ikki so kostgóð og tessvegna hevur toskur, sum heldur til inni á grunnum vatni á Landgrunninum, ein lægri konditiónsfaktor ella lægri lutfall: vekt/aldur. Hann er  svangur til tíðir og tekur betri húk.
Av tí at livurindexið er væl korrilerað við konditiónsfaktorin, so hevur toskur inni á grunnum vatni eisini lutfalsliga  minni livur. Sambandið millum føði, vakstrarferð, konditiónsfaktor og livurindex (sí faktabox 1) er væl lýst í  grein hjá Bjørn Bjørnson (1999) á Hafrannsóknastofnunin í Reykjavík. Íslendsku kanningarnar vístu, at feitur toskur við konditiónsfaktorinum 1,02 g/ml hevði eitt livurindex javnt við 19,5%, og at tilsvarandi tøl fyri soltnan tosk vóru (0,83 – 0,87) g/ml og  (2,6 – 4,5)%.
Onnur fiskasløg við lutfalsliga stórari livur, so sum stórur upsi, longa, blálonga, brosma, havtaska fáast eina mest úti á djúpum vatni. Hesi verða veidd við troli. Hýsan hevur øðrvísi atferð. Hon finst stór og smá, bæði innarliga og uttarliga.

 

Faktabox 1

 

Konditiónsfaktorur = (vekt av kruvdum fiski/fiskalongd3) x 100
 
Livurindex = (vekt av livur/vekt at kruvdum fiski) x 100 %
                              
Vakstrarferð = (longdarvøkstur/tíð)

                                   

Sannføring sjógarpsins og sannsagnir

MJ er helst sannførdur um síni uppáhald um livurinnihald og livranøgd. Og óivað er tað samsvar millum tað sum MJ sigur,  og tað sum hann hevur upplivað sum útróðrarmaður.  Útróðrarmenn fiska fyri tað mesta við línu, snellu og møguliga snøri  inni á grunna partinum av landgrunninum, tvs. á dýpi grynri enn 200 m, har fiskurin er vanliga minni á vøkstri og hevur lægri konditionsfaktor og livurindex. Teir fáa tessvegna eina fatan av at fiskurin, teir fáa,  hevur minni av livur enn meðal-livurinnihaldið á øllum landgrunninum, umfatandi bæði tann djúpa og tann grunna partin. Harafturat veiða teir bert ein brotpart av samlaðu botnfiskaveiðuni. So teirra fatan av heildarveiðuni er helst avmarkað, um so er, at teir ikki gera sær  ómak við at fáa fult yvirlit frá øðrum keldum enn sjálvroyndum.


Fyrrverandi landsstýrismaður – uppáhang hjá almenna sektorinum

Ein triði viðmerkjari er Jógvan við Keldu (JK) úr Klaksvík. Hann skrivar í Dimmalætting nr. 51 frá 12. mars 2008 soleiðis í triðseinasta og næstseinasta reglubrotið: “Granskari fær orðið í fjølmiðlunum, sigur einfalt: Fáa vit tikið livrina, so hava vit 2 mia. krónur í útfutningi av hylkislýsi (lýsikapslum). Eingin útgreining, eingi prógv! Til hetta vísir stjórin á Faroe Marine Biotech á, fyrst við sínum eygnabrá og síðani við sínum orðum, at hetta er ikki so einfalt, her er bæði talan um heilt nógvar íløgur og gjøgnumførda vitan, ivasamt er, um hetta í heila tikið kann gerast í Føroyum, samstundis sum ein fiskimaður og skipari við dyggum og drúgvum royndum avdúkaði, at hesi 8000 tonsini av livur ikki eru til, men helst einans 2000 tons. – Hvar eru vit. Sjálvandi er umráðandi at fáa vælútbúnar føroyingar heim aftur og vælútbúnar útlendingar við bæði førleika við teoretiskari útbúgving og royndum, men umráðandi er sanniliga, at føroyska samfelagið er fyri tey, ið nú búgva her, og fyri tey, sum skulu koma aftur, at tey ikki bara gerast uppáhang hjá almenna sektorinum, men økja um okkara vinnu og útflutning, tí heimamarknaðurin er avmarkaður” 

 

Prógv, útgreining og høvuðsboðskapur

Rætt er at eingi prógv og eingin umfatandi útgreining var løgd fram í stuttu sjónvarpssendingini. Tað hevði heldur ikki verið møguligt at komið við nøkrum prógvum, tí har var einki at prógva. Men møguliga hevur JK eina serliga persónliga uppfatan av hugtakinum: PRÓGV. Vegna tíðaravmarking, so var ikki møguligt at leggja fram drúgva útgreining. Víst var bert á nakrar keldur við upplýsingum um rávørunøgd (www.fvg.fo) og prísir á lidnum úrdráttum (vøruprísir í  handlum og á alnótini, sí faktabox 2). Ein og hvør kundi gjørt tað sama. Henda ávísing hevur als einki við gransking at gera.  Umtalaða framleiðsla er heldur ikki nýggj tíðindi. Hon fer fram í londunum rundan um okkum.  Men í Føroyum blaka vit heldur rávøruna í havið aftur heldur enn at gagnnýta hana, hóast virkið stendur tilbúgvið at taka ímóti henni. Hetta skilaloysið var høvuðsboðskapurin í sendingini. 

 

Faktabox 2

  

Dømi um prísir á havirðisúrdráttum (hylkislýsi) í Føroya Keypsamtøku í Fuglafirði tann 12.04.2008:

 

X-tra: 0,50 Dkr/g; Futura omega-3: 1.06 Dkr/g; Vitomax: 1.10 Dkr/g;
Fitness Pharma: 1,58 Dkr/g.

 

Dømi frá handlinum, Tjaldurs Apotek, R. C. Effersøesg. 31, Tórshavn tann 14.04.2008:

 

Eskimo-3: 1,25 Dkr/g; eye q (fiskaolja + plantuolja): 3,29 Dkr/g; Pikasol: 1,77 Dkr/g; Møller´s Tran (Torskelevertran med citrussmag): 379,80 Dkr/L
 
Dømi frá alnótini (tann 14.04.2008):
 
Arctic Cod Liver Oil Capsules: 1,15 Dkr/g
(http://www.iherb.com/ProductDetails.aspx?c=1&pid=4201)

 

Blue Ice Cod Liver Oil Capsules: 1,72 Dkr/g
(http://www.earthincommon.com/blue-liver-capsules-p-133.html)

 

Halibut Liver Oil: 4.51 Dkr/g
(https://www.yourhealthfoodstore.co.uk/details.php/p204_halibut_liver_oil.html)

 

Ung fróðarfólk aftra seg at koma heimaftur

Tað er rættuliga undranarvert, at ein av fyrrverandi leiðandi monnum landsins kallar øll tey, sum ikki beinleiðis økja um vinnu og útflutning okkara, fyri uppáhang hjá almenna sektorinum.  Hesi fólk,  sum ikki arbeiða í høvuðs- og framleiðsluvinnuni, eitt nú fólk í heilsuverkinum og undirvísingarverkinum, eru altso sníkar samfelagsins. Hesar útsagnir eru ikki heilt fremmandar her á landi. Ein løgtingsmaður og floksfelagi hjá JK  hevur áður í bløðunum vanærandi skýrt øll tey, ið hava longri  útbúgving enn sjey ár í fólkaskúlanum, fyri køstaflugur at vera. Køstaflugur við sevilinum í landskassanum. Okkara ungu framfýsnu fróðarfólk uttanlands hava við vissu lítlan hug til at oyðileggja sína yrkisleið ella karrieru við at koma heim til eitt menningarliga stirvnað vinnulív, vánaligan fólkaskúla, klandur- og stríð-plágað heilsuverk, fíggjarliga niðurpínt universitet og mestsum gelt granskingarumhvørvið fyri at gerast uppáhang hjá almenna sektorinum. Tey halda seg heldur burtur. Verða verandi uttanlands í vælskipaðum samfeløgum. Stygd heiman av neiligum hugburði og eitrandi orðavali.

 

Fiskirannsóknarstovan - góður búskapur og høgt lívsvirði

Væl grundaðar metingar vísa altso, at vit kunnu fáa umleið 8000 tons árliga av fiskalivur. Og høvdu vit lurtað eftir ráðum og leiðbeiningum frá Fiskirannsóknarstovuni, so kundu vit fingið uppaftur meiri av góðum fiski og livur. Hetta ólýdni borgaranna landsins hevur kostað føroyska samfelagnum heilt stórar peningaligar upphæddir. Tí sambært kanningum hjá støddfrøðinginum, Regini Reinert  (2006) á Fiskirannsóknarstovuni, so hevur veiðutrýstið eftir upsa og toski seinastu fimm árini verið ávikavist 2 ferðir og 3 ferðir so høgt sum tað veiðutrýst, ið kundi væntast at geva størstu  lívfrøðiligu og fíggjarliga úrtøkuna.  Í kanningarfrásøgnini stendur at lesa, at  serliga veiðutrýstið eftir toski seinastu 5 árini hevur verið púra burtur úr vón og viti.  Og um raksturin hjá føroyska fiskiflotanum skal betrast,  so er alneyðugt við munadyggum skerjingum í veiðutrýstinum.
Tað besta fyri fiskastovnarnar, veiðuflotan, allan tann føroyska búskapin eins og sjófólk okkara hevði  verið, at ein munandi partur av øllum útróðrarmonnum og sjómonnum góvust við feskfiskaveiðu og fóru í land. Tí at tá høvdu teir eftirverandi í yrkinum fingið væl betri fiskiskap, meiri og størri fisk við hægri konditiónsfaktori og livurindexi, meiri livur, og stórri inntøku. Teir høvdu ikki fyri neyðini at verið so nógv á sjónum, og kundu tessvegna verið meiri heima. Harvið høvdu teir í størri mun fingið høvi til at hvílt seg. Ringasta møðin og øðin inn á talsmenn móti ovveiðu hevði horvið sum døgg fyri sól. Familjan hevði verið glaðari og lívsdygdin hevði  hækkað. 

 

Sjófólk skúlað søguskald

Teir, sum høvdu farið í land med alla, kundu verið umskúlaðir innanlands eins og uttanlands til annað yrki. Eitt nú kundi onkur fari í lag við at skriva søgur, so sum hugfangandi, fagrar bókmentir ella spennandi og upplýsandi fakta-fiktión-bøkur. Hetta er ein táttur í undirvísingar- og granskingarhøpi her á landi, sum vit ikki hava troytt í sama mun sum onnur lond. Við dugnasemi og hepni, so kann gylt at peningi vinnast. Inntøkan av slíkum bókum hevði styrkt privatbúskapin og kundi harafturat verið eitt rímuligt ískoyti til tjóðarbúskapin. Fleiri sólskinssøgur finnast uttanlands. Kendastu dømini í nýggjari tíð um slíkar bøkur eru víðagitnu ævintýr-bøkurnar hjá J. K. Rowling um Harry Potter, og bøkurnar hjá Dan Brown:  Da Vinci Code,  Angels and Demons, Digital Fortress og Deception Point. Bøkurnar umframt filmatiseringarnar av bókunum hjá J. K. Rowling eins og Dan Brown hava hvør sær selt fyri milliardir av Dkr.


Viðmerkjarar, stóra takk!

Tað hevði verið gleðiligt, um MJ hevði rætt í, at tað einans er møguligt at fáa 2000 tons og ikki 8000 tons  av livur úr føroyska botnfiskastovninum. Tí so hevði landsbúskaparligi skaðin ikki verið so stórur av at blaka alt hetta ráevnið í havið aftur. Men tíverri hevur MJ neyvan rætt. Fíggjarligi skaðin er ikki so lítil.  MJ hevur saman við føroysku tjóðini alla grund til at harmast um skilaleysu støðuna. Loksins skulu  sjógarpur, fakfelagsformaður og fyrrverandi landspolitikari hava stóra takk fyri  viðmerkingar tykkara. Tit hava í skrift týðuliga lýst hugburðin í pørtum av føroysku fólkasálini til gransking, menning og upplýsing. Ein hugburð, sum higartil hevur verið útkrystalliseraður sum smá tøl í landsins fíggjarlóg. Við tykkara viðmerkingum í huga er tað ikki so løgið, at undirvísingarverkið, universitetið,  og alt granskingarvirksemið er fíggjarliga niðurpínt, og at skilaloysið hevur so fríar teymar í stríð- og split-skadda pseudo-paradísinum, Føroyar.

 

Keldur:

 

Bjørnsson, Bjørn (1999). Is the growth rate of Icelandic cod (Gadus morhua L.) food-limited? A comparison between pen-reared cod and wild cod living under similar thermal conditions. Rit. Fiskideildar 16 (1999) 271-279.

 

Jacobsen, Vilmund (2008). Hóraldur misti jørðforbindilsi. Sosialurin nr. 24, 28. februar 2008, bls. 10-11.

 

Johnsen, Geir (2002). Karakterisering av biprodukter til konsum. Sesong- og stedsmesige variasjoner. Útgevari: Stiftelsen RUBIN, rapport nr. 4230/100.

 

Joensen, Hóraldur (2007). Fattandi fígging forðar trol-framburði í Føroyum. Sosialurin, 27.02.2007.

 

Joensen, Hóraldur (2008). Føroyar ein vísindalig oyðimørk? (Power Point Presentatión). (www.setur.fo)

 

Joensen, Jón Ólavur (2006). Ilandbringning af indvolde på Færøerne – En analyse. Fiskimálaráðið. Fiskivinnugransking

Ilandbringning af indvolde på Færøerne

 

Keldu, Jógvan (2008). Føroyingar ilt við at koma aftur. Dimmalætting nr. 51, 12. mars 2008, bls. 10-11.

 

Nolsøe, Helgi (2000). Hjáframleiðsla. Verkætlan, sum skal lýsa, hvussu stór hjáframleiðsla er í føroysku fiskivinnuni, og hvussu væl hon verður gagnnýtt í dag (41 bls.). Útgevari: Heilsufrøðiliga Starvsstovan Hjáframleiðsla .

 

Nolsøe, Helgi (2002). Úrtøkuøking og hjáframleiðslur av toski hjá verksmiðjutrolarum (40 bls.). Útgevari: Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Úrtøkuøking og hjáframleiðslur

 

Nolsøe, Helgi (2006). Tøka av livur og rognum v. m. (Power Point Presentatión). (www.setur.fo)

 

Reinert, Regin (2006). Veiða pr. rekrutt fyri føroyskar fiskistovnar. Frøði, nr. 2, bls. 26-29.

 

 

Hóraldur Joensen, 14.04.2008
Granskingarleiðari á Granskingarkjarnanum í evnafrøði og lívtøkni
Lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparseturi Føroya.

 

Slóðir:

Livur kemur ikki í land

Lýsi læru lættir

Perluportur - lensiportur