University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Sjóvinnuhúsið alment tikið í nýtslu

Sjóvinnuhúsið alment tikið í nýtslu

Fyrrapartin kl. 10.30 varð skipað fyri móttøku niðri á Vestarubryggu 15, har Fróðskaparsetur Føroya er flutt inn í snotilig høli.


Virksemið hjá Setrinum er at finna á aðru, fjórðu og fimtu hædd í bygninginum, og tað eru tvær av deildunum á Fróðskaparsetrinum, Náttúruvísindadeildin og Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, sum eru fluttar inn her.

Leigumálið rúmar bæði undirvísingarhølum og bólkarúmum fyri lesandi, umframt at gamla saltsiloin er umbygd til bæði nútímans fyrilestrarsal á fjórðu og fimtu hædd, og at matstova verður innrættað í veghæddini. Samanlagt fer hetta at leggja lunnar undir eitt gott lestrarumhvørvi fyri lesandi. Samstundis hava starvsfólk fingið nýggjar skrivstovur og fundarhøli, eins og tað eru innrættað venjingarstova og turrlabratorium. Samanlagt er talan um nútímans fasilitetir.








Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  2. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00