University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Sjúkrarøktarfrøðideildin á Fróðskaparsetrinum tekur nú aftur lesandi inn á ískoytisútbúgvingina til bachelor
01.02.2016
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Sjúkrarøktarfrøðideildin á Fróðskaparsetrinum tekur nú aftur lesandi inn á ískoytisútbúgvingina til bachelor

Eftir langan steðg verður ískoytisúbúgvingina nú boðin aftur, og byrjað verður við intensivum skeiði í vísindaástøði og granskingarháttalagi í juni 2016.


Hetta skeiðið er serliga ætlað teimum, sum ynskja at taka klinisku vegleiðaraútbúgvingina, sum verður boðin út í heyst 2016. Várið 2017 verður síðsta skeiðið í ískoytisútbúgvingini, bachelorritgerðin, boðið út.
 
Tíðarætlanin sær soleiðis út:
Eind 1, Vísindaástøði og granskingarháttalag: undirvísing í viku 22, 23 og 24. Síðani uppgávuskriving, og uppgávan skal latast inn 04. 07. 2016

Eind 2, valskeið: Klinisk vegleiðaraútbúgving: undirvísing frá viku 36 – 48. Skrivlig uppgáva skal latast inn 12.12.16. Munnlig próvtøka 09. og 10.01.2017.

Eind 3, bachelorritgerð, vika 6 – 22 í 2017. Próvtøkudagur ikki fastlagdur enn.

Stórur áhugi fyri útbúgvingini

Sjúkrarøktarfrøðideildin hevur fingið heilt nógvar áheitanir um at bjóða út ískoytisútbúgvingina aftur, og serliga nógvar áheitanir hava verið um, at valskeiðið verður kliniska vegleiðaraútbúgvingin. Hetta hava vit tikið til eftirtektar.

Treytað av nóg stórari luttøku verður ískoytisútbúgvingin boðin út aftur einaferð afturat í 2017/18. Eisini hesa ferð við intensivum skeiði í vísindaástøði og granskingarháttalagi og kliniskari vegleiðaraútbúgving sum valskeið.

Vit gera vart við at Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar út skeið í bioetikki, sum kann góðskrivast sum valskeið í ískoytisútbúgvingini. Sí setur.fo/fileadmin/user_upload/SSD/PDF-filar/Skeidslysingar_2016/V%C3%A1ri%C3%B0_2016/2367.16_Bioetikkur.pdf

Samband: Durita G. Joensen og Anna Sofía Fjallheim

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  2. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00