07.07.2014
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Sjúkrarøkt er at hjálpa og stuðla tí einstaka menniskjanum

Anja Brekkstein helt røðu fyri sínum floksfeløgum á hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum 27. juni.


Góðu tit øll – sjúkrarøktarfrøðingar, foreldur, familjur og onnur, sum vara av.

Eg skal her siga nøkur orð um sjúkrarøktarfrøði, og hvørjar avbjóðingar standa fyri framman hjá okkum, sum nú er vorðin útbúgvin.

Fyrsta uppgávan vit fingu fyri 4 árum síðani, sum nýggj lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini í Jónas Broncks gøtu, var at finna út av, hvat sjúkrarøktrarøkt er og hvat ein sjúkrarøktarfrøðingur arbeiðir við.

Vit fingu fríar hendur, summi fóru í bøkurnar at lesa, onkur út á gøturnar at spyrja fólk, meðan onnur fóru í fólkaskúlar at spyrja næmingar. Vit komu øll aftur við ymiskum svørum, men einki eintýðugt svar varð funnið. 

Fyri at svara spurninginum um, hvat sjúkrarøkt er, mugu vit hyggja eftir leiklutinum hjá sjúkrarøktarfrøðingum í samfelagnum. Hvørji eru vit? Hvat gera vit? Hvar eru vit? Og so framvegis.

Vit eru útlærd og løgfrøðiliga góðkendur fakbólkur í samfelaganum. Vit hava ábyrgd fyri sjúklingum, familjum og samfelag. 

Ja, men hvat gera vit? Eitt lætt svar kundi verið alt. Vit eru ein gjøgnumtreingjandi fakbólkur í samfelaganum.

Vit eru við, tá ið lívið byrjar, meðan vit liva og tá lívið fær ein enda. 

Vit fylgja tær frá vøggu til grøv. Vit eru um teg og tína familju, tíni børn, tíni systkin, tínar ommur og abbar, tíni foreldur, vinir og tín maka. 

Vit leggja oyra til tínar stúranir og spurningar. Vit troysta og uppmuntra tá øll vón er úti, og tá bert ein lítil glotti er. 

Vit gleðast, tá tað eydnast og eggja til at halda áfram, tá tað ikki eydnast. Vit seta okkum inn í tína støðu og royna at skilja hana. 

Vit hugsa um tann serstaka sjúklingin ella búfólkið, sum rakti ein hjartatráð og minnast hann fyri lívið. 

Vit fara til arbeiðis fyri at hjálpa tær og vísa tær umsorgan. Hetta er kjarnin í sjúkrarøktini.

Útbúgvingin hevur gjørt okkum 27.000 teoretiskar síður ríkari og 1 1/2 ára praktiskar royndir ríkari, hetta eru royndir bæði úr Føroyum, Danmark, Norra og Svøríki. Vit eru klár til arbeiðsmarknaðin og fara at gera okkara besta. 

So hvat er sjúkrarøkt? Sjúkrarøkt er at hjálpa og stuðla tí einstaka menniskjanum, óansæð hvar í lívinum viđkomandi er.

At enda vil eg siga, at vit eru ikki útlærd fyri síðan at standa og hyggja at, meðan seingjapláss verða niðurløgd, deildir stongdar vegna sparingar og skeivar politiskar raðfestingar.

Vit vilja vísa, hvussu stórt virði okkara útbúgving hevur. Nú eigur landið at raðfesta rætt, seta brúkaran í fokus og velja vælferðartænastur fram um berghol, asfalt og beton.

Vit eru til reiðar – men gevið okkum neyðugu karmarnar.

 

Takk fyri!

Anja Brekkstein