29.01.2010
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya 50 ár

Í samband við at Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya verður 50 ár, verður reseptión á skúlanum, Jónas Broncksgøta 25, 1. februar 2010 frá kl. 15 – 17. Øll eru vælkomin.


Í samband við at Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya verður 50 ár, eru øll vælkomin til reseptión á skúlanum, Jónas Broncksgøta 25,

 

1. februar 2010 frá kl. 15 – 17.

 

Stutt um søgu skúlans

Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing ella til sjúkrasystir, sum tað nevndist til 2002, hevur verið í Føroyum síðani 1910. Í fyrstani var útbúgvingin ikki í føstum rammum. Næmingarnir skuldu, har møguleiki var fyri tí, vera á ymiskum deildum, og útbúgvingin endaði við einari próvtøku.

 

Sjúkrasystraskúli Føroya varð settur á stovn 1. februar 1960. Útbúgvingin varð sett í gildið við "Anordning af 30.01.1957 om sygeplejerskeuddannelsen." Skúlin var fyrisitingarliga ein partur av Landssjúkrahúsinum.

 

Í februar 2000 varð skúlin fluttur frá Almanna- og Heilsumálaráðnum til Mentamálaráðið, og síðani hevur skúlin virkað sum sjálvstøðugur stovnur undir Mentamálaráðnum. Tann 22. januar 2003 kom nýggj "Løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum", sum ein útbúgving á bachelorstøði.

 

Tann 1. august 2008 vórðu Sjúkrarøktarfrøðiskúlin, Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Læraraskúli lagdir saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya.