07.02.2013
Námsvísindadeildin
Skriva út

Skapanarhugur á Námsvísindadeildini

Ein av linjugreinunum, sum lesandi á Námsvísindadeildini kunnu velja, er kreativa fakið smíð


Í seinastuni hevur verið varpað ljós á týdningin av kreativiteti í undirvísingini i fólkaskúlanum. Mett verður, at kreativu fakini kunnu hava stóra ávirkan á innlæringina hjá næminginum.

Skapandi linjugreinar
Á Námsvísindadeildini hava tey lesandi eisini møguleikan at velja sær skapandi ella kreativ fak, og er eitt av hesum linjufakið smíð. Sjálvt um heitið er smíð, sigur hetta ikki alt um innihaldið. Tá vit vitjaðu til undirvísingina í seinastu viku, vóru tey lesandi í gongd við at arbeiða við glaslist.

Glaslist
Arbeitt verður við glasplátum í ymiskum liti og við ymsari uppbygging. Pláturnar verða skornir til og lutirnir bygdir upp av bæði størri og minni plátum og brotum. Tá lutirnir so hava fingið skap, verða teir brendir í serligum ovni. Mesti hitin, sum nýttur verður til glasarbeiði er 830 stig og lutirnir standa í 12½ tíma. Tá er hitin komin níður aftur á 420 stig og ovnurin slóknar. Umleið 10 tímar seinni kunnu lutirnir takast út, tá eru teir 40-60 stig. Samanlagt tekur hetta útvið eitt døgn.

Møguligt er eisini at arbeiða viðari við úrslitinum, byggja uppá, ella geva lutunum skap av eini skál ella ílati, alt eftir hvat fyri formur, ið valdur verður.Tá verður luturin brendur av nýggjum í ovninum.

Skreytlutir
Lurtirnir kunnu eisini tilevnast til skreytlutir, sum hálsprýði ella oyraringar. Stuttligt var eisini at siggja, hvussu tey lesandi tilevnaðu perlur úr glasi úr ymsum litum, sum so kundu setast saman til eitt nú perlubond.

Eftirútbúgvingartilboð
Hetta skúlaárið eru linjugreinar bjóðaðar út sum eftirútbúgvingartilboð til lærarar og námsfrøðingar. Tey sum tóku av hesum tilboði luttaka í undirvísingini saman við lesandi á Námsvísindadeildini. Ingemar Johansen, sum frammanundan er námsfrøðingur og í starvi á Sernámsdeplinum, luttekur á linjugreinini smíð. Hann lesur nú saman við læraralesandi á 3. og 4. ári og letur væl at undirvísingini. 

Námsvísindadeilin fyriskipar eisini, vegna Nám, skeið í glaslist fyri lærarar í fólkaskúlanum, sum eisini hava verið sera væl umtókt.

Tað er Sjúrður Hansen, sum stendur fyri undirvísingini á linjugreinini smíð á Námsvísindadeidlini