University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Skeið í akademiskari uppgávuskriving

Skeið í akademiskari uppgávuskriving

Aftur í heyst verður møguleiki fyri at luttaka á skeiði í akademiskari uppgávuskriving.


Talan  er eitt tilboð til lesandi á Fróðskaparsetrinum. Tað verður Bjørg Jacobsen, sum verður lærari og neyðugt er ikki við fyrireiking. Skeiðið er grundað á bókina Den gode opgave eftir Lotte Rienecker og Peter S. Jørgensen.

Á skeiðnum verður komið inn á hesi økir:

  • Hvussu komi eg í gongd?
  • Hvussu geri eg ein hóskandi spurdóm?
  • Hvussu skal eg brúka bókmentirnar?
  • Hvussu byggi eg uppgávuna upp?
  • Hvussu sleppi eg burtur úr henni?


Skráin sær soleiðis út:

  • Mánadag 08.10.: Kom í gongd – spurdómur.
  • Mikudag 10.10.: Skriviprosess og strukturering.
  • Mánadag 22.10.: Argumentatión.
  • Mikudag 24.10.: Formalia.


Undirvíst verður kl. 15-17 allar dagar. Freistin at melda til er 1. oktober og verður hetta gjørt hjá Bjørg Jacobsen bjorgj@setur.fo. Her fæst eisini nærri kunning.

Pláss er fyri 20 studentum – tekna fleiri seg, verður bíðilistin gjørdur.

Skeiðið gevur ikki ECTS

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara