03.06.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Skeið í almennari fagurfrøði á Føroyamálsdeildini

Føroyamálsdeildin bjóðar út skeið á BA-stigi í almennari fagurfrøði. Skeiðið er ein liður í arbeiðinum at menna eina útbúgving í listaligum arbeiði.


Skeiðið er í trimum pørtum. Ein partur viðger almennar heimspekiligar spurningar um list, ein annar partur verður um listaheimspeki, t.e. spurningar sum viðvíkja einstøkum listagreinum, og ein triði partur verður um, hvussu fagurfrøðin hevur ment seg søguliga.
Tey lesandi fáa innlit í forngrikskar hugsanir um list, hvussu upplýsingartíðin og romantikkurin gjørdu nýggjar fagurfrøðiligar bólkingar, og hvørjir fagurfrøðiligir spurningar eru viðkomandi í dag. Endamálið er at gera tey lesandi før fyri at skilja fagurfrøði sum vísindi og amboð at brúka í greiningum av list sum heild.  

Skeiðið er gjaldsskeið og telur 10 ECTS. Til ber hjá øllum við góðum miðnámskúlaprógvi (minst 5,8 í miðal) ella samsvarandi at søkja um upptøku á skeiðinum. Umsóknarfreistin er 20. august. Tey, sum lesa seinnu helvt av BA í føroyskum, kunnu velja skeiðið sum part av lestrinum. Kunnað verður um tíðir og tilmelding í næstum. Lærarar verða Jógvan D. Hansen, cand. phil. í heimspeki, og Jens Dam Ziska, ph.d. í heimspeki. 

Skeiðið er eitt úrslit av arbeiðinum við at menna eina útbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum. Umframt skeiðið er ætlanin at skipa fyri einum seminari um skapan/kreativitet antin í heyst ella tíðliga komandi vár, og arbeiðið við at menna útbúgvingina í listaligum arbeiði heldur fram. 

Stødd: 10 ECTS
Stig: BA
Fortreytir: Gott miðnámsskúlaprógv (minst 5,8 í miðal) ella samsvarandi
Umsóknarfreist: 20. august 2016