07.04.2017
Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Skeið í epidemiologi fyri Phd lesandi

Landssjúkrahúsið og Depilin fyri heilsu- og almannagransking á Fróðskaparsetur Føroya fara í heyst at bjóða skeið í epidemiologi.


Skeiðið fer at viðgera grundreglur innan epidemiologi, og hevur til endamáls at veita teimum lesandi førleikar til neyvt at meta um epidemiologiskar greinar og úrslit, umframt til sjálvi at fremja grundleggjandi gransking.    

Skeiðið telur 2,8 ECTS, og vendir sær í størstan mun til PhD lesandi. Onnur kunnu tó eisini søkja. Sí upplýsingar um krøv og kostna HER.

Undirvísingin fer fram á enskum, og undirvísarar verða Sjúrður F. Olsen, MD MsSc (Epidemiol) DMSci Phd, og Marin Strøm MSc (PHSci) Phd.

Nærri kunning um tilmelding sæst á heimasíðu Landsjúkrahúsins HER.