04.06.2012
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Skeið í gerontologi og kliniskari vegleiðing

Síðani septembur 2011 hava heilsustarvsfólk (sjúkrarøktarfrøðingar, ergo- og fysioterapeutar) tikið lut í eftirútbúgvingarskeiðum á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum. Talan er um nýtt skeið innan gerontologi og afturvendandi skeið í klininskari vegleiðing.   Skeiðini endaðu við skrivligari próvtøku 18. mai, har 14 luku prógv innan kliniska vegleiðing og 26 luku prógv innan gerontologi.


Skeið innan gerontologi.

Nýggjar samfelagsligar avbjóðingar innan eldraøkið hava við sær, at heilsustarvsfólk hava serskeið innan gerontologi fyri neyðini. Gerontologi er læran um tað at gerast gamal og snýr seg um samansettu sosialu, mentanarligu, sálarligu og lívvirkisfrøðiligu broytingarnar, sum henda hjá hvørjum einstøkum menniskja alt lívið. Sjálvt hjá frískum og birgum menniskjum er elli ein møguligur veikleiki, men samstundis hava eldri fólk, hóast sjúk og veik ofta resursur, sum ikki vera brúktar. Aldringur gevur møguleika fyri vøkstri alt lívið.

Endamálið við skeiðinum innan gerontologi er:
-     at  lesandi skulu fáa innlit í, meta um og nýta nýggjastu vitan til at skilja tær broytingar, sum fara fram, tá ið vit eldast.
-    at lesandi vera før fyri at grundgeva fyri sjúkrarøktartiltøkum til eldri borgarar út frá vísindaligum kanningum
Undirvísingin hevur verið skipað við fyrilestrum, kjaki, bólkaarbeiði og framløgum.


Skeið innan kliniska vegleiðing.

Heilsufakligar útbúgvingar eru settar saman av ástøðiligum og kliniskum pørtum.
Broyttu undirvísingarhættirnir gera tað alsamt neyðugt eisini  hjá klinisku heilsufakligu starvsfólkunum at nema sær serútbúgving innan námsfrøði.

Starvsøkið hjá klinisku vegleiðarunum er at:
-    taka sær av klinisku undirvísingini til lesandi
-    viðvirka til og menna læruumstøður á ymisku útbúgvingarstøðunum
Uppgávan hjá klinisku vegleiðararunum er námsfrøðilig, samskipandi, mennandi og ráðgevandi.

Endamálið við kliniska vegleiðaraskeiðinum er:

-    at lesandi mennir sín førleika sum vegleiðari, undirvísari og próvdómari/eftirmetari innan klinisku heilsuútbúgvingarnar.
Undirvísingin hevur verið skipað við fyrilestrum, kjaki, bólkaarbeiði og framløgum.