Skriva út

Skeið í mannarættindum og religión: Evstamark er 20. august

Hvat er ein mannarættur? Hvaðani stava idealini um t.d. trúarfrælsi, talufrælsi og javnrættindi? Nær er religión ein viðspælari, og nær er religión ein mótspælari, tá altjóða mannarættindi skulu setast í verk? Er tað yvirhøvur gjørligt at seta í verk universell rættindi í einum multikulturellum heimi við so fjølbroyttum mentanum, trúgv og tradisjónum? Ella eru øll rættindi relativ í mun til tíð, stað og lívsáskoðan?


Í heyst bjóðar Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya út skeið, sum ber heitið “Mannarættindi, religión og politikkur”. Hetta tvørvísindaliga skeiðið viðger samanspælið og spenningarnar ímillum religión og mannarættindi, og við aktuellum dømum úti og heima lýsir skeiðið tær tvístøður, sum eitt og hvørt samfelag má taka støðu til. Skeiðið viðger, hvussu altjóða normar verða til; hvussu mótstríðandi hugsjónir kappast um at mynda galdandi rætt, og hvussu hesar ósemjur mynda bæði altjóða og nasjonalan politikk.

Undirvísarar eru m.a. Heini í Skorini, ph.d. í altjóða politikki, Jákup Reinert Hansen, ph.d. í gudfrøði, Hans Andrias Sølvará, ph.d. í søgu og Bárður Ísheim, MA í altjóða lóg. Talan er um eitt tvørvísindaligt skeið, sum kombinerar politiska teori, filosofi, søgu og løgfrøði. Endamálið er at geva teimum lesandi innlit í hugtøk og ástøði um mannarættindi og religión og at skilja spenningarnar ímillum sekularisering og átrúnað, universalismu og relativismu, rættindi og skyldur, einstaklingin og samfelagið.

Skeiðið byrjar mikudagin 29. august, og seminarini eru á skrá mikudagar kl. 09.30-12.00. Skeiðið endar við munnligari próvtøku í desember. Talan er um valskeið fyri lesandi á Setrinum, og skeiðið verður boðið út fyri bæði BA-lesandi á 3. ári og MA-lesandi. Fyri fólk uttanfyri Setrið kostar skeiðið 2.000 krónur. Tað er avmarkað atgongd, og evstamark at søkja er mánadagin 20. august.

Umsóknarblaðið fæst HER og skal sendast til lestur(at)setur.fo:

Spurningar kunnu sendast til heinis(at)setur.fo.

Skráin fyri undirvísingina er soljóðandi:

  • Seminar 1: Hvat er ein mannarættur? Hvat er samanspælið ímillum mannarættindi og religión?
  • Seminar 2: ST-heimsyvirlýsingin og altjóða lóg: Hvør er upprunin til formlig altjóða mannarættindi?
  • Seminar 3: Religión, sekularisering og post-sekularisering: Hevur tað liberala demokratiið vunnið?
  • Seminar 4: Multikulturalisma og demokrati: Hvat kann eitt demokrati tola?
  • Seminar 5: Altjóða lóg: Bygnaður og praksis
  • Seminar 6: Trúarfrælsið og mørk tess: Hvar gongur markið?
  • Seminar 7: Kristindómurin: Ein nýggj religión sær dagsins ljós
  • Seminar 8: Kristindómurin: Frá minnilutareligión til rómverska statsreligión
  • Seminar 9: Reformatiónin: Uppruni og avleiðingar
  • Seminar 10: Kristindómurin og mannarættindi
  • Seminar 11: Islam, islamisma og mannarættindi
  • Seminar 12: Samanumtøka og spyrjitími