Jette Thuesen, ph.d., Helle Timm, professari og May-Britt Skoradal, ph.d.
Brynhild Thomsen
14.06.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Skeið í rehabilitering

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi bjóðar út skeið í rehabilitering á masterstigi í heyst, sum telur 15 ECTS-stig

Skeiðið, har dentur verður lagdur á rehabilitering í kliniskari praksis, er skipað av May-Britt Skoradal, ph.d. á Setrinum, og Jette Thuesen, ph.d., master í humanistiskum heilsuvísindum og praksismenning. Jette Thuesen, sum eisini er ergoterapeutur, hevur drúgvar royndir at skipa tvørfaklig skeið í rehabilitering, og hon fer eisini at undirvísa ein stóran part av skeiðnum á Setrinum.

Helle Timm, sum er adjungeraður professari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum, fer somuleiðis at undirvísa. Hon hevur eisini drúgvar royndir við gransking og undirvísing í rehabilitering og palliatión.

Aðrir undirvísarar vera frá Setrinum og frá rehabiliteringsøkinum í Føroyum.

Innihaldið á skeiðnum verður m.a. rehabilitering sum arbeiðsgongd; skipan av rehabilitering, eisini við tvørfakligheit fyri eyga; brúkarin sum aktørur í rehabiliteringini; gerandisperspektiv; samskipan av rehabilitering og palliatión; andaliga og sálarliga aspektið í rehabilitering; hvussu tryggja vit góðsku i praksis og gera kliniskar leiðreglur.

Ætlanin við skeiðnum er, at tað skal vera relevant fyri klinikarar, sum vilja menna rehabilitering í praksis.

Skeiðið er tvørfakligt.

Meira kunning fæst við at venda sær til May-Britt Skordadal, varadekan, maybritts@setur.fo, tlf. 292253 ella til Ásu Róin, útbúgvingarleiðara, asar@setur.fo tlf. 292254.

Umsóknarfreist er 17. august 2021.

Lesið meira um skeiðið her.