Brynhild Thomsen
15.12.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Skeið um Gandafjallið hjá Mann

Í februar bjóðar Føroyamálsdeildin stakskeið um skaldsøguna Gandafjallið eftir Thomas Mann

Jógvan D. Hansen, magistari í heimspeki, fer at hava skeið um stóru skaldsøguna Gandafjallið (Der Zauberberg, 1924) eftir Thomas Mann. Hann fekk bókmentaheiðursløn Nobels í 1929. Lesið meira um Thomas Mann her.

Skaldsøgan viðger evni sum lív og deyða, ást og tráan, tíðarinnar gongd og – ikki minst – list.

Á skeiðinum verður skaldsøgan viðgjørd úr einum heimspekiligum sjónarhorni.

Skeiðið verða boðið út á MA- og BA-stigi. Upptøkukrav til MA-stig er staðið BA-nám, til BA-stig er kravið gymnasialt miðnámsprógv við í minsta lagi 5,8 í miðal í føroyskum.

Brellbiti um hetta skeiðið og skeið um MeToo og bókmentir sæst her.

Fullfíggjaðar skeiðslýsingar verða lagdar út á heimasíðuna í fyrru helvt av januar 2021, og tilmeldingarfreistin verður 20. januar