University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Metoo.png (1)
26.03.2021
Setrið Føroyamálsdeildin

Skeið um #MeToo og bókmentir

Føroyamálsdeildin bjóðar út stakskeið um #MeToo og bókmentir eftir páskir

Soffía Auður Birgisdóttir, ph.d. og bókmentagranskari á rannsóknarsetri Háskóla Íslands, fer at hava skeið um #MeToo og bókmentir á Føroyamálsdeildini eftir páskir.

Seinastu árini hevur kynsligur harðskapur móti kvinnum verið umrøðuevni í samfelagskjaki um allan heim, serliga í sambandi við #MeToo-rørsluna, og tað endurspeglast eisini í samtíðar bókmentum.

Harðskapur móti kvinnum er kortini einki nýtt fyribrigdi, hvørki samfelagsliga ella í bókmentum, og leitað verður tí eisini aftur til t.d. Skírnismál og nýggjar tulkingar av eldri tekstum.

Undirvíst verður hósdagar kl. 9-12 frá viku 14 til og við viku 19.

Skeiðið verður boðið út á MA- og BA-stigi og telur 5 ECTS.

Upptøkukrav til MA-stig er staðið BA-nám, til BA-stig er kravið gymnasialt miðnámsprógv við í minsta lagi 5,8 í miðal í føroyskum.

Umsóknarfreist er 5. apríl

Umsóknarblað fæst her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving