Skeið um spjadda leiðslu við heimskendum professara í námsfrøðiligari leiðslu
Skeiðið við James Spillane, professara, verður 1. september 2020 í Kongshøll á Fróðskaparsetrinum
Hetta er gjørligt, tí Námsvísindadeildin hevur fingið styrk frá Fulbright, ið fíggjar eina vitjan hjá amerikanskum granskara til Føroya í tvær vikur komandi ár.
Valið fall á James Spillane, ið er professari á Northwestern University í Chicago.
James Spillane er mest kendur fyri sítt ástøði, um at leiðsla er nakað, sum hendir í verki, og at hon er spjadd út í organisatiónini.
Ástøðið er gjørt við skúlanum í huga, men kann uttan stórvegis broytingar eisini nýtast á dagstovna- og serstovnaøkinum. Onnur starvsøki kunnu eisini nýta ástøðið við onkrum tillagingum.
James Spillane fer at halda flestu fyrilestrarnar, men eisini fer Jóhannes Miðskarð, ph.d. og adjunktur á Námsvísindadeildini, at halda fyrilestur um spjadda leiðslu í Føroyum.
Av tí, at Fulbright fíggjar arbeiðsløn og ferð hjá James Spillane, so verður skeiðsgjaldið lágt.
Skeiðið vendir sær bæði til fólk í leiðslu og til vanlig starvsfólk, tí hesi, sambært Spillane, í verki eisini eru við í spjaddu leiðsluni.
Meira kunning um skeiðið kemur seinni.
- 22.03.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyskir filmar í nýggjari vísindaligari bókBye Bye Blue Bird og Dreymar við Havið eru umboðaðir í ný...
- 22.03.2024 Setrið LestrarskrivstovanKom tú eisini og les á SetrinumÁ universiteti okkara í Føroyum, Fróðskaparsetrinum, hava...
- 22.03.2024 Setrið NáttúruvísindadeildinAlment tiltak: Vitlíki millum vit og kenslurFríggjadagin 12. apríl klokkan 15 bjóðar Fróðskaparsetrið...