12.12.2012
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Skeið um "Transition" á Sjúkrarøktarfrøðideildini.

Í oktober mánaða helt Elisabeth Hall skeið innan "Transition" fyri undirvísararnar á Sjúkrarøktarfrøðideildini. Endamálið var at økja førleikarnar til at menna vitan um “transition”, sum er eitt meginhugtak – og fyribrigdi – innan sjúkrarøkt. Og at venja førleikarnar at brúka vitanina í undirvísing, menning og gransking.


Á skeiðnum varð dentur lagdur á “transition”, sum er eitt meginhugtak innan sjúkrarøkt. Hugtakið er ment innan antropologiina frá “rites de passage”. Amerikanski sjúkrarøktarástøðingurin Afaf Meleis hevur ment hetta hugtakið ígjøgnum fleiri áratíggju saman við starvsfeløgum og ph.d studentum.

Meleis (2007) lýsir hugtakið soleiðis:

“Transition” markar eina broyting í heilsustøðuni ella í leiklutum, relatiónum, væntanum og evnum. Tað sipar til broytingar í tørvum hjá øllum menniskjum. “Transition” krevur, at ein fær nýggja vitan til vega og broytir atferð og tískil eisini fær eina betri fatan av sær sjálvum".


Í dag er hugtakið ført víðari í ástøði, sum fleiri og fleiri sjúkrarøktarfrøðiskúlar arbeiða við og brúka innan teirra gransking.

Skeiðið var býtt í 2 partar. Í fyrra partinum vóru fyrilestrar og í seinna parti leggja luttakararnir uppgávu fram.  Skeiðið verður uppafturtikið í mai 2013. Luttøka á øllum skeiðnum gevur 5 ECTS.

Les meira um Transition her