University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Hallbera F West breið.jpg
Brynhild Thomsen
06.12.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Skipanarligar fortreytir og føroysk stjórnarviðurskifti

Hallbera Fríða West, adjunktur í stjórnmálafrøði, hevur útgivið nýggja vísindaliga politologi-grein í Fróðskaparriti 

Greinin eitur "Skipanarligar fortreytir og føroysk stjórnarviðurskifti" og vísir m.a. á, at í Føroyum hava vit eina fleirflokkaskipan við eini veikari politiskari miðju. Tó eru stjórnarviðurskiftini rættiliga støðug.

Politiskir flokkar eru felagsskapir við nógvum uppgávum og leiklutum. Tað er greitt, at politiskir flokkar røkja týdningarmiklar uppgávur í føroysku demokratisku skipanini.

Í grein síni hevur Hallbera Fríða West sett sjóneykuna á politisku flokkarnar, flokkaskipanina og føroysk stjórnarviðurskifti. Støði verður tikið í, at skipanarligir karmar ávirka fortreytirnar fyri virksemi við stjórn.

Greinin vísir á, at føroyska skipanin er eyðkend av at vera ein fleirflokkaskipan, sum hevur eina veika politiska miðju, umframt at landsstýrini aloftast eru samgongustjórnir við størri politikkspenni enn vanligt, ið kann hava avbjóðingar við sær.

Kanningin vísir, at hóast hesar torføru treytir, so er flokkaskipanin støðug í bygnaði, og stjórnarviðurskiftini eru eisini rættiliga støðug, samstundis sum flokkar skiftast um at skipa stjórn.

Greinin kann lesast her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum