
Skipanarligar fortreytir og føroysk stjórnarviðurskifti
Hallbera Fríða West, adjunktur í stjórnmálafrøði, hevur útgivið nýggja vísindaliga politologi-grein í Fróðskaparriti
Greinin eitur "Skipanarligar fortreytir og føroysk stjórnarviðurskifti" og vísir m.a. á, at í Føroyum hava vit eina fleirflokkaskipan við eini veikari politiskari miðju. Tó eru stjórnarviðurskiftini rættiliga støðug.
Politiskir flokkar eru felagsskapir við nógvum uppgávum og leiklutum. Tað er greitt, at politiskir flokkar røkja týdningarmiklar uppgávur í føroysku demokratisku skipanini.
Í grein síni hevur Hallbera Fríða West sett sjóneykuna á politisku flokkarnar, flokkaskipanina og føroysk stjórnarviðurskifti. Støði verður tikið í, at skipanarligir karmar ávirka fortreytirnar fyri virksemi við stjórn.
Greinin vísir á, at føroyska skipanin er eyðkend av at vera ein fleirflokkaskipan, sum hevur eina veika politiska miðju, umframt at landsstýrini aloftast eru samgongustjórnir við størri politikkspenni enn vanligt, ið kann hava avbjóðingar við sær.
Kanningin vísir, at hóast hesar torføru treytir, so er flokkaskipanin støðug í bygnaði, og stjórnarviðurskiftini eru eisini rættiliga støðug, samstundis sum flokkar skiftast um at skipa stjórn.
Greinin kann lesast her.
-
27.01.2023 Setrið FøroyamálsdeildinAlment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólkNú er stundin aftur komin til árligu handanina av gávugóðsi ...
-
25.01.2023 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj grein um lán av lógum og stovnumBárður Larsen vísir í nýggju greinini á, at neyvan slepst un...
-
23.01.2023 Setrið FøroyamálsdeildinMeldið til stakskeið á FøroyamálsdeildiniUmsóknarfreistin til at søkja pláss á stakskeiðum á Føroyamá...