University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
løkshøll.jpg
Granskingarráðið
25.08.2022
Setrið

Skráin fyri Vísindavøku 2022 er komin

Skráin fyri Vísindavøkuna 2022 er á tremur við spennandi framløgum, tiltøkum og kapping um miðlaheiðursløn

Vísindavøkan 2022, tann 15. í røðini, verður í Løkshøll tann 23 september.

Eini 20 stuttar framløgur verða frá kl. 8.15 til kl. 15.00.

Høvuðsevnið er Tíðarrák. Tíðarrøðir hava alstóran týdning fyri gransking og annað vitanararbeiði. Tíðarrøðir eru lutir, skjøl, mátingar, myndir og upptøkur, ið verða savnað og skrásett regluliga. Tær gera tað gjørligt at greina tilgongdir, sum hava týdning fyri at skilja fortíð og nútíð og síggja rák, ið leiða inn í framtíðina.

Á Vísindavøkuni 2022 verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð. Eisini onnur evni verða á skránni.

Uttanfyri verða telt við tiltøkum fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir í øðrum teltinum, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. í hinum teltinum. Inni í kantinuni í Løkshøll verða eisini ymisk tiltøk til stór bøn og vaksin.

Dagurin endar við einum miðlafagnaði kl. 15.00 við snarrøðukapping, undirhaldi og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.

Tað er ikki neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar. Øll eru vælkomin og øll tiltøk eru ókeypis.

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.

Øll skráin sæst her

Skráin fyri Vísindavøku á ferð 2022 sæst her

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum