
Skynsamur flutningur er evnið í FLL 2009
Skynsamur flutningur (Smart Move) er evnið í First Lego League (FLL) kappingini í ár. FLL hevur til endamáls at fremja áhugan fyri náttúruvísindum og tøkni millum børn og ung.
First Lego League (FLL) hevur til endamáls at fremja áhugan fyri náttúruvísindum og tøkni millum børn og ung, og føroyskir ungdómar hava tikið lut í FLL kappingum í fleiri ár. Í ár er evnið Skynsamur flutningur (Smart Move).
Við hesum evninum ræður um at finna hugskot og loysnir til hvussu atgongd til fólk, støð, vørur og tænastur kann sklpast á skynsaman, tryggan og effektivan hátt. Í sambandi við uppgávuna verður neyðugt hjá teimum, sum luttaka, at meta um fleiri flutningshættir enn fólk dagliga eru von at brúka, og eisini at kanna møguleikar fyri snildisliga at tillaga flutningsskipanirnar.
Skúlanæmingar kring landið, leggið í vaðið!
Evnið Skynsamur flutningur (Smart Move) gevur næmingum í øllum skúlum, á øllum floksstigum og í øllum lærugreinum at liggja fram við!
Ítøkiliga uppgávan í ársins FLL kapping verður almannakunngjørd tann 12. september 2009.
Fólk frá NVD eru við
Kurt Madsen, sum dagliga starvast á Fróðskaparsetrinum, er høvuðssamskipari av føroyska FFL-tiltakinum, umframt at hann eisini er ein av dómaranum bæði í norðurlendsku finaluni og í FLL heimsmeistaraskapinum. Náttúruvísindadeildin hevur eisini umboð í dómaraliðnum.


-
21.02.2019 Føroyamálsdeildin Til lesandiFyrilestur um íslendskt og enskt í talgildum sambýliMálsliga støðan í Íslandi er ógvusliga nógv broytt seinastu ...
-
20.02.2019 Námsvísindadeildin Til lesandiSvensk smíðvitjanSeinastu tvær vikurnar hevur smíðlinjan á læraraútbúgvingini...
-
08.02.2019 Føroyamálsdeildin Til lesandiOft er gott þat er gamlir kveða - Introduction to Medieval Icelandic LiteratureFøroyamálsdeildin bjóðar í vár stuttskeið á enskum við gesta...