University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
So var øskan aftur her - nú eisini í myndum
17.05.2010
Náttúruvísindadeildin

So var øskan aftur her - nú eisini í myndum

Mikroskopið á Náttúruvísindadeildini kann nú vísa okkum, hvussu hendan vælsignaða Eyjafjallaøskan sær út: Grábrún, hvassar kantar, gjøgnumskygd og 0,01-0,1 mm til støddar.


Øskuskýggið frá eldgosinum á Eyjafjallajøkli er nú aftur yvir okkum, og í dag, 17. mai, liggur flogferðslan aftur lamin. Tú hevur helst varnast, at hesa seinastu vikurnar hevur eitt lag av grábrúnum støvi ofta ligið oman á bilinum, eftir at tað hevur regnað. Her á Náttúruvísindadeildini hava vit kannað hetta støvið eitt sindur nærri. Vit tóku eitt sindur av støvi, sum lá á oman á takinum á einum bili. Økið, sum vit kannaðu, var bert nakrar fáar kvadrat millimetrar til víddar. Støvið var kannað undir mikroskopi, og myndir vórðu tiknar av støvinum.

Støvpartiklarnir

Sum sæst á myndini, eru støvpartiklarnir rættiliga ymiskir í stødd. Teir smæstu eru minni enn 0,01 millimetrar til støddar, meðan teir størstu eru meira enn 0.1 millimetur í stødd. Teir flestu partiklarnir hava hvassar kantar. Summir teirra eru gjøgnumskygdir, og eru helst úr glasi. Aðrir eru grábrúnir, sum gevur øskuni henda eyðkenda øskulitin.

Vert er tó at geva gætur, at hetta bert er ein einstakur prøvi, sum er tikin av takinum á einum bili. Tí kann ikki síggjast burtur frá, at eisini einstakir støvpartiklar, sum hava ligið á vegnum, eisini hava sníkt seg upp á takið á bilinum.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast