University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Søgu- og samfelagsdeildin verður 25 ár í 2012
25.12.2011
Søgu- og samfelagsdeildin

Søgu- og samfelagsdeildin verður 25 ár í 2012

Hesa hending vilja vit markera við eini ráðstevnu, ið lýtir framyvir. Hon setir tí fokus á nakrar av teimum serligu avbjóðingum Útnorðurøkini standa yvir fyri her í byrjanini av 21. øld. Hon hevur tí heitið: "Útnorður í 21. Øld: samfelag, útbúgving og gransking".


Til at kjakast um hesi evnisøki, hava vit fingið leiðandi fakfólk úr øllum norðanlondum at luttaka. Talan er um fólk innan samfelagsfrøði og søgu, við serkunnleika innan eitt nú kreativar vinnur, útbúgvingargransking, stjórnmálafrøði, mobilitetsgransking, nationalismu, smásamfeløg v.m.

Endamálið við ráðstevnuni er at fáa fram nýggjastu vitanina um útnorðursamfeløgini. Samstundis er ætlanin at fáa lagt lunnar undir varandi granskingar- og útbúgvingarsamstarvi millum Føroyar og nærmastu grannarnar, eitt nú við at kjakast um møguleikarnar fyri norðurlendskum Ph.D.-skúla, felags masterútbúgvingar og aðrar granskingar- og útbúgvingarmøguleikar.

Partur av ráðstevnuni verður almennur, har Norðurlandahúsið verður karmur um fyrilestrar og kjak um samfelagsviðurskifti, gransking og útbúgving í Útnorði. Hesin parturin verður 24. apríl.

Nærri upplýsingar um ráðstevnuna kunnu fáast við at venda sær til Hans Andrias Sølvará (hansas(at)setur.fo), lektara ella til Gestur Hovgaard, lektara (gesturh(at)setur.fo).

Programm fyri ráðstevnuna verður tøkt í januar mánaða.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025