Søren Nedergaard frá Novo Nordisk Grunninum og Johnny Mogensen frá Nordforsk skriva undir rammuavtaluna (Foto: Novo Nordisk Grunnurin)
Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking
Novo Nordisk Grunnurin og NordForsk hava gjørt eina søguliga rammuavtalu, sum skal styrkja norðurlendskt granskingarsamstarv. Avtalan gevur føroyskum granskarum nýggjar møguleikar at fáa fígging og menna granskingarsamstarv við hini Norðurlondini
Rammuavtalan millum Novo Nordisk Grunnin og NordForsk er galdandi frá 2026 til 2030 og skal gera tað møguligt at víðka um opin granskingarútboð, har granskarar úr Norðurlondum kappast um fígging.
Í fyrra parti av avtaluskeiðnum fer Novo Nordisk Grunnurin at lata upp í 50 milliónir krónur til granskingarútboð hjá NordForsk, og møguleiki er fyri fleiri játtanum seinni í tíðarskeiðnum. Pengarnir kunnu brúkast til samfígging av gransking í m.a. heilsu, burðardygd og lívsvísindum. Bæði Novo Nordisk Grunnurin og Nordforsk leggja tó dent á, at fíggingin ikki kann koma ístaðin fyri granskingarfígging frá londunum sjálvum, men er eitt íkast aftrat.
Hetta er fyrstu ferð, at ein privatur granskingargrunnur ger eina bindandi samstarvsavtalu av hesum slagnum við ein stovn undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Endamálið er bæði at styrkja norðurlendskt granskingarsamstarv og skapa greiðari karmar fyri framtíðar samstarvi um granskingarútboð og verkætlanir.
Gevur Føroyum nýggjar møguleikar
Fyri føroyska granskingarumhvørvið er avtalan serliga áhugaverd, tí gransking í Føroyum longu er tætt knýtt at norðurlendskum samstarvi. Fleiri og størri felags granskingarútboð kunnu tí skapa nýggjar møguleikar hjá føroyskum granskarum at byggja víðari á verandi samstarv og gerast partur av nýggjum norðurlendskum granskingarverkætlanum.
Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetri Føroya, fegnast um avtaluna:
– Ja, vit á Setrinum og í føroyska granskingarumhvørvinum fegnast um rammuavtaluna ímillum Novo Nordisk Grunnin og NordForsk. Hetta fer at styrkja okkara møguleikar at menna granskingarsamstarvið við onnur Norðurlond á økjum, har vit longu hava góðar førleikar og nógvar møguleikar. Hetta vísir eisini enn einaferð, at vit eiga at tryggja og gagnnýta teir stóru granskingarmøguleikar og samstørv annars við okkara nærmastu grannar í norðurøkinum, sigur Magni Mohr.
Sum áður nevnt, so leggja avtalupartarnir dent á, at nýggja privata fíggingin skal vera eitt ískoyti til – og ikki koma í staðin fyri – fígging frá almennum granskingarkeldum í londunum.
Vón um størri føroyska granskingarjáttan
Júst tann spurningurin hevur eisini týdning í Føroyum.
Magni Mohr hevur leingi talað fyri, at almennu Føroyar økja um játtanina til gransking, og at arbeitt verður meira strategiskt og langskygt við at menna føroyska gransking.
Tí fegnast hann eisini um boðskapin hjá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, í samrøðu í Vísindavøkublaðnum, sum kann lesast HER.
Har sigur landsstýrismaðurin, at hann vil arbeiða fyri at hækka játtanina til gransking. Hann vísir samstundis á tørvin á at arbeiða langskygt og gleðir seg til at næsta stig kann takast við arbeiðinum at fáa eina heildarætlan gjørda fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum.
Fyri Magna Mohr eru bæði nýggja rammuavtalan millum Novo Nordisk Grunnin og NordForsk og ætlanirnar um at styrkja føroysku granskingarkarmarnar jalig tekin.
Størri norðurlendskir granskingarmøguleikar kunnu geva føroyskum granskarum atgongd til fleiri samstarv og størri verkætlanir. Samstundis er ein sterk heimlig fígging og ein langskygd kós fyri gransking avgerandi fyri, at føroysku granskingarumhvørvini kunnu gagnnýta hesar møguleikar til fulnar.
Lesið tíðindini um rammuavtaluna HER.