University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Vangin Logo
07.10.2024
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Lestrarskrivstovan

Søk um upptøku gjøgnum Vangan

Sum nakað nýtt skulu fólk, sum søkja um lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya, nú senda umsókn gjøgnum Vangan umvegis Undirvísingarstýrið

Ætlar tú tær at søkja um upptøku á hægri útbúgving á Setrinum, skalt tú nú søkja um lestrarpláss gjøgnum Vangan umvegis Undirvísingarstýrið.

Tað gert tú annaðhvørt við at finna Undirvísingarstýrið á Vanganum og trýsta á “hægri útbúgvingar”. Ella kanst tú søkja beinleiðis av heimasíðuni hjá setrinum – www.setur.fo – við at fara inn á útbúgvingina, sum tú vilt søkja inn á, og har trýsta á knøttin "Søk umvegis Vangan".

Tey, sum av onkrum ávum ikki hava møguleika at søkja gjøgnum Vangan, kunnu framvegis søkja upp á gamla mátan við at fylla umsóknarblað út. Leinki til umsóknarblað er niðast á somu síðu, har tín útbúgving er.

Ert tú í iva um okkurt, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á Lestrarskrivstovuni á LSS@setur.fo ella ringja á 352500.

Í vetur er ein útbúgving tøk at søkja. Tað er bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði.

Lesið meira um útbúgvingina og søkið her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025