University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2023-07-10 at 09-44-40 Stuðul til útbúgving tøkur at søkja.png
10.07.2023
Setrið

Søkið stuðul til útbúgving úr minningargrunni

Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale veitir stuðul til útbúgving, og nú verður lýst eftir umsóknum

Við hesum verður boðað frá, at Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale býtir stuðul út sambært umsóknum.

Endamál grunsins eru:

-    At veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale,
     -    at veita stuðul til útbúgving hjá foreldraleysum børnum uttanfyri slektina,

-    at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys, ella sum hava mist annað av foreldrunum, og sum eru treingjandi á ein hvønn hátt, og

-    í serligum førum at veita stuðul til onnur ungfólk, hóast umsøkjararnir ikki lúka treytirnar omanfyri, tá helst til útbúgvingarendamál.

Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu vera inni í seinasta lagi 15. august 2023.

Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar upplýsingar og prógv um útbúgving higartil, ætlaða útbúgving og mettar útreiðslur í hesum sambandi.

Umsøkjarar, ið eru skyldir við stovnararnar sum ásett omanfyri, skulu senda váttanir um skyldskapin saman við umsóknini.

Onnur enn skyldfólk hjá stovnarunum kunnu eisini søkja um stuðul.


Umsóknirnar skulu sendast til:

Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale

c/o Fríða Patursson

Frúutrøð 4

Postboks 6

110  Tórshavn

frp@jura.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving