29.05.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Søgu- og Samfelagsdeildin í nýggjum altjóða netverki

Gestur Hovgaard, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur frá NORDPLUS fingið 20.000 evrur játtaðar til menning av útbúgvingarnetverki. Hetta eru áleið 150.000 kr. í okkara peningi.


Talan er um netverk, ið kallast “Social Innovation, Planning and Community Studies” (SIPLACS), og hevur til endamáls, innan hesi økini, at menna felags læri- og útbúgvingarátøk. Talan er um netverk upp á tvørs av Norðanlondum millum stovnar í Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Danmark og Noregi.

NORDPLUS er norðurlendski stovnurin fyri læri- og útbúgvingarsamstarvi, les meira á heimasíðu teirra www.nordplus.org

 

 

Les meira um hetta netverk á hesum leinkinum (á enskum)