21.06.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Søgu- og Samfelagsdeildin mennir West Nordic Studies

Lau Øfjord Blaxekjær, samskipari av West Nordic Studies á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur aftur í ár, frá NORDPLUS, fingið 44.000 evrur játtaðar til menning av útbúgvingarnetverki. Hetta eru áleið 330.000 kr. í okkara peningi.


Aftur í ár hevur NORDPLUS játtað stuðul til víðari menning av masterútbúgvingini; West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management. Netverkið hevur til endamáls at menna flytføri (mobilitet) hjá teimum lesandi í samband við uttanlandsuppihald á masterútbúgvingini.
NORDPLUS er norðurlendski stovnurin fyri læri- og útbúgvingarsamstarvi, les meira á heimasíðu teirra www.nordplus.org [http://www.nordplus.org/]
Les meira um hetta netverk á hesum leinkinum (á enskum) [http://setur.fo/fileadmin/user_upload/SSD/PDF-filar/WNM/Summary_of_WNS-Net.pdf]

 

Samband: Lau Øfjord Blaxekjær