Fyrsti granskarin, sum fer at leggja fram granskingarúrslit á afturvendandi middagstiltakinum, er Tróndur Møller Sandoy (Foto: Hildur Eyðunsdóttir)
Brynhild Thomsen
14.03.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Søgu- og samfelagsdeildin opnar dyrnar

Umleið fjórða hvønn mikudag fara starvsfólk á Søgu- og samfelagsdeildini at leggja fram aktuella gransking fyri øllum, sum hava áhuga

Tiltakið hevur fingið heitið “Fróðskaparflísin” og fer fram í døgverðasteðginum millum klokkan 12 og 13. Øll eru vælkomin, og tað ber væl til at eta sína tvíflís ella skerpikjøt, meðan lurtað verður.

Fyrsta framløgan er á skránni nú mikudagin 16. mars kl. 12.05-12.50.

Tá fer Tróndur Møller Sandoy, ph.d.-lesandi í búskaparfrøði, at leggja fram nýggja og slóðbrótandi gransking um, hvussu netverk og sosial sambond ávirka tína yrkisleið, og hvussu tín hugur og tíni evni at "netverka" mynda tína framtíð, tá tað snýr seg um inntøku og starvsmøguleikar.

Tróndur hevur saman við øðrum granskarum kannað allar árgangir á Copenhagen Business School frá 1986 til 2006 fyri at vita, hvørja ávirkan sosial sambond hava fyri teirra yrkisleið í longdini.

Hvør gekk í flokki við hvørjum? Og hvar eru tey í dag?

Úrslitini vísa m.a., at lesandi í somu flokkum í nógv størri mun arbeiða á somu fyritøkum og enntá á somu skrivstovum fimtan ár eftir loknan lestur.

Vælkomin til Føroya fyrstu fróðskaparflís nú mikudagin kl. 12.05 á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks Gøtu 25 í Havn.