16.06.2012
Námsvísindadeildin
Skriva út

Søguligur dagur á Setrinum

Fyrstu námsfrøðingarnir og lærarnir hava fingið bachelor og yrkisprógv eftir nýggju útbúgvingarskipanini


Fríggjadagin 15. juni handaði Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, teimum nýútbúnu lærarunum og námsfrøðingunum prógv. Hesi eru tey fyrstu, sum sum eru útbúgvin eftir nýggju skipanini fyri lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar á Setrinum. 59 lesandi fingu prógv, 30 lærarar og 29 námsfrøðingar 

Tá ið tey byrjaðu lesnaðin á Frælsinum fyri fýra árum síðani, um hálvan august í 2008, vóru tey 94 í tali, 48 læraralesandi og 46 námsfrøðingalesandi. Av teimum 94, sum byrjaði í 2008, eru 12 givin við lestrinum, meðan 23  eru seinkað vegna farloyvi og annað, hesi eru í skipanini og verða væntandi liðug seinni.

Áhugin fyri lærara- og námsfrøðingaútbúgvingunum hevur verið støðugur hesi fýra árini, síðan nýggja skipanin varð sett í verk. Talið av umsøkjarum til hesar útbúgvingarnar hevur á hvørjum ári ligið millum 150 og 160, og av hesum eru millum 50 og 55 % upptikin, t.e. uml. helvtin á hvørjum ári. Samlaða talið av lesandi á Læraraskúlanum er í løtuni uml. 300.