12.08.2021
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Søkið tøk lestrarpláss

Til og við 19. august 2021 ber til at søkja tøk lestrarpláss til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya

Enn er møguleiki at søkja inn á bachelor- og masterútbúgvingar umframt hjánám í 2021, tí á fleiri útbúgvingum eru framvegis tøk lestrarpláss.

Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær boðið lestrarpláss fyrst. Upptøkutreytirnar eru tær somu sum til upptøkuna fyrr í summar. Upptøkutreytirnar til einstøku útbúgvingarnar eru at finna á útbúgvingarsíðunum á heimasíðuni.

Umsóknarbløð og nærri kunning eru at finna her.

Umsóknir og skjøl, sum t.d. avrit av miðnámsprógvi ella øðrum prógvi, skulu sendast til lestur@setur.fo í seinasta lagi hósdagin 19. august 2021 kl. 14.

Tøk pláss eru á hesum útbúgvingum:

Bachelor

Master

Hjánám